Vinnumálaráðið fer at virka fyri størri gjøgnumskygni

Vinnumálaráðið fer saman við Akstovuni á fund við Koyrilærarafelagið fyri at skapa størri gjøgnumskygni um góðskuna á koyrifrálæruni.


Koyrifrálæra
 
Eftir at vit í Sosialinum í gjár avdúkaðu, at frá 1. mei í fjør til 30. apríl í ár var munurin á dumpiprosentunum í ástøðisroyndunum til koyrikort upp í 45% frá einum koyrilærara til annan, hóast prísurin,  ið kundin rindar er tann sami, tykist gongd at vera komin í at loysa manglandi gjøgnumskygnið á økinum.
Úr Vinnumálaráðnum verður sagt, at tey ynskja, at brúkarin skal fáa so gott innlit, í tí veiting hann keypur, sum gjørligt. Tí fer Vinnumálaráðið í næstum, saman við Akstovuni, at taka upp  spurningin um almenn dumpiprosent ella eina smileyskipan, sum tí, ið Benny Ejdesgaard koyrilærari skeyt upp í blaðnum í gjár.
Niels Winther, deildarstjóri í Vinnumálaráðnum sigur við Sosialin, at tað er ynskiligt, at hetta verður gjørt í samráð við koyrilærafelagið, og at skipanin er sjálvboðin. Tí verður hetta tikið upp á fundi við felagið í næstum.
Niels Winther metur ikki, at nakað hugskot er í, at tosa um, hvat gerast skal, um tað ikki eydnast at fáa koyrilærararnar við í skipanina. Tí hetta má støða takast til, um so er.
Niels Winther vísir á, at ein ávísur vandi er í at gera tølini almenn. Tí hetta kann fáa koyrilærarar at halda seg aftur frá at taka sokallaðar tungar næmingar inn, hetta eru fólk, ið av onkrari orsøk hava trupult við at klára royndina, og væntandi skulu brúka fleiri royndir, áðrenn tey fáa koyrikort. Hetta skal eisini hædd takast fyri í eini skipan, ið gevur størri innlit. Samstundis er Akstovan illa sperd, og tí eigur ein loysn at verða funnin, ið ikki krevur stóra umsitin, sigur Niels Winther.
Niels <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Peter Olsen&quot;$?$end$!$Peter Olsen</st1:PersonName$?$end$!$ úr Koyrilærarafelagnum sigur við Sosialin, at hetta mál ikki hevur verið umrøtt í hansara tíð í felagnum, men at tað verður tikið upp á næsta fundi, ið verður eina av komandi vikunum. Áðrenn hetta vil hann helst ikki gera nakra viðmerking til málið.<BR>