Tilsamans 14 føroyar fyritøkur eru í hesum døgum á ferð í Kina saman við umboðum fyri Vinnuhúsið og Heilsufrøðiðligu Stravsstovnua.
Vinnumálaráðið skipar fyri ferðini.
- Vit hava valt skipað fyri vinnuferðini fyri at geva fyritøkum møguleika at fáa størri innlit í kinesiska marknaðin og fáa í lag sambond. Landsstýrið arbeiðir miðvíst fyri at fáa betri marknaðaratgongd til okkara høvuðsmarknaðir, og á ferðini fara vit eisini at hava fundir við avvarðandi myndugleikar um møguleikarnar fyri at fáa í lag handilsavtalu við Kina, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Ferðalagið fer úr Kina aftur fríggjadagin. Vinnufyritøkurnar, sum eru við á ferðini eru:
Luna, Bakkafrost, Varðin, Pelagos, Landshandilin, Føroya Tele, Huawei Danmark, Amplexa Genetics, Mest, Klaksvíkar Sleipistøð, Pomek, Posta, Kemilux og Combine-IT.