Vinnupolitikkurin ein skandala seinastu árini

Tjóðveldisflokkurin ásannar nú, at tað var eitt stórt mistak at lata fólkaflokkurin sleppa at umsita vinnumál í undanfarnu samgongu

Vinnupolitikkur

? Vinnupolitikkurin hevur rætt og slætt verið ein skandala seinastu árini.
Hesa niðurstøðu er tjóðveldisflokkurin komin til, nú hann aftur situr í andstøðu, eftir at hava verið í samgongu seinastu seks árini.
Á flokstingi tjóðveldisfloksins í Sumba faran vikuskiftið var Høgni Hoydal komin til ta niðurstøðu, at vinnupolitikkurin hjá undanfarnu samgongu var fullkomiligamiseydnaður.
? Alivinnan er lorkað burtur av politiskum ósketni, og ongin verulig roynd hevur verið gjørd at seta í verk ein greiðan og visjóneran vinnupolitikk, segði formaður tjóðveldisfloksins.
? Tað var eitt stórt mistak at lata fólkaflokkin umsita vinnupolitikkin seinastu 6 árini, tað mugu vit ásanna, legði hann afturat.

Vinnupolitikkurin offraður
Hesum var gamli og royndi politikarin, Heini O. Heinesen, púra samdur í.
Men hetta er ikki annað enn, hvat hann hevur ført fra øll árini, segði hann.
? Veruleikin er, at vinnupolitikkurin varð offraður á fullveldisaltaraninum ímeðan vit sótu í samgongu. Og nú verður hann offraður á sambandsaltarinum, legði hann afturat.
Hann segði tað skuldi tíverri skuldi so sterkur lútur til sum at Føroyar fóru á heysin, áðrenn vit funnu útav at leggja fiskivinnuna so til rættis, at tað bar til at fiska.
Hann vísti á, at støðan í fiskivinnuni í dag er tann sama, sum hon var fyri 20 árum síðani.
---? Tað er ikki nakað nýtt fyribrigdi, at tað ikki loysir seg at fiska upsa. Tað hevur altíð gingið upp og niður og tað loysti seg heldur ikki at fiska upsa fyri 20 árum síðani. Men tá var onki Kina at skylda uppá.
Men hann ávaraði ímóti gongdini í dag
? Vit eru ongantíð í so stórum vanda sum nú fyri at endurtaka øll mistøkini, vit gjørdu í áttatiárunum, tí danski blokkstuðulin hevur gjørt, at vit hava fingið ein fiskiflota, sum als ikki stendur mát við teir fiskastovnar, vit hava.
Hann sipaði til samanleggingar av fiskiloyvum tvørturum bólkar og at veiðitrýstið er so nógv økt.
Vinnupolitikkurin í dag onki broyttur, tí hann gongur enn út uppá at drena almennan pening út í vinnuna.
Hann helt eisini, at Løgtingið var ov veikt, tí har tordi ongin at føra ein politikk, sum gongur fjøldini ímóti
? Har eru valfundir hvønn dag, legði hann afturat.
Hann helt at tað var neyðugt at arbeiða við vinnuni alla tíðina.
? Lógararbeiðið er ikki nakað, sum verður liðugt. Tað er sum at arbeiða í einum grótbroti, tað verður ongantíð liðugt, segði Heini O.Heinesen.
Vit fingu ikki orðið á Bjarna Djurholm áðrenn blaðið fór til prentingar.