Vinnupolitikkurin skal nú leggjast til rættis

? Í arbeiðinum at orða vinnupolitikkin hevur dentur verið lagdur á at lurta eftir sjónarmiðunum hjá ymiskum pørtum, men tað er sjálvsagt ikki fyrr enn nú, ið endaliga álitið fyriliggur, at tað er gjørligt hjá áhugaðum at fáa eina heildarmynd av tí, sum Vinnumálastýrið mælir til. ? Vinnulívið skal ikki bara megna at bera samfelagsbúskapinum og støðugt endurnýggja seg og sýna framburðshug. Tað skal eisini skapa grundarlag undir vælferð í samfelagnum, stendur m.a. í frágreiðingini frá Vinnumálastýrinum viðvíkjandi føroyska vinnupolitikkinum í framtíðini

Ólavur í Beiti


Ein av høvuðsuppgávunum hjá Vinnumálastýrinum er at leggja almenna vinnupolitikkin til rættis. Og nú hevur so Finnbogi Arge, landsstýrismaður orðað eitt uppskot um vinnupolitikk, sum ein arbeiðsbólkur undir Vinnumálastýrinum hevur orðað saman við landsstýrismanninum, og lagt fyri løgtingið til viðgerðar.

Í arbeiðsbólkinum hava Karin Toftegaard, Kjartan Kristiansen, Arne Poulsen, Maria Róin, Ari Johanneson og Bjarni Askham Bjarnason sitið, meðan Jens Christian Justinussen hevur verið skrivari. Ta fyrstu tíðina var Karin Toftegaard formaður, men síðan Karin fór úr starvi á Oljumáladeildini, hevur Kjartan Kristiansen virkað sum formaður.

? Talan er um eitt uppskot, sum Vinnumálastýrið fer at nýta sum leiðreglu í dagliga arbeiðinum, og tá talan er um at orða ítøkiligar politiskar ætlanir og regluverk fyri samfelagsáhugamál, sum politiskt eru løgd undir Vinnumálastýrið at umsita. Talan er tó framvegis um eitt uppskot, eina leiðreglu, sum støðugt eigur at verða endurskoðað og lagað til dagsins og komandi krøv, so hvørt tørvur kenst á hesum, stendur í uppskotinum.


Fleiri bein at standa á

? Málsetningurin við vinnupolitikkinum er eyðsæð at fáa gongd á eina fjøltáttan, so at fleiri bein verða hjá samfelagnum at standa á. Tað at byggja alt samfelagið á eina einastu vinnugrein, sum gjørt hevur verið við fiskivinnuni seinastu øldina, gevur eitt ov ótrygt grundarlag, tí samfelagsbúskapurin fylgir alla tíðina fiskaprísum og tilfeingisgrundarlagi. Varð álitið í búskapinum í staðin spjatt út á fleiri inntøkugevandi vinnur, fekst tann stabilitetur, at til bar at arbeiða miðvísari.

? Raðfestingin í vinnupolitikkinum er soleiðis bæði vøkstur og stabilitetur. Av hesum fylgir, at vinnupolitikkurin skal eggja til vinnur uttan fyri fiskivinnuna, og tær skulu vera lívførar og geva stórt avkast. Hetta merkir sjálvsagt ikki, at vit ikki skulu menna fiskivinnuna, tvørturímóti, men at vit miða eftir at økja um samlaða búskapin við at menna verandi vinnur og at eggja til nýtt virksemi.


Altjóða kapping

? Altjóða kappingin gerst altsamt meira umfatandi. Tá vit tala um vinnur, sum skapa avkast, er neyðugt at staðfesta, at ikki er nóg mikið at standa seg í kappingini á heimamarknaðinum ella at byrja her. Í dag er marknaðurin globalur , og henda sannroynd má takast við í vinnupolitikkin. Tær vinnur, ið vinnupolitikkurin skal geva rúm og ræsur at mennast, skulu megna at fylgja altjóða rákinum, t.e. at tær skulu vera innovativar og hava dagførda vitan og fjøltáttað samskifti. Men virða tær ikki tey støðugt herdu umhvørviskrøvini, sleppa tær ikki upp í kappingina, og virða tær ikki trivnaðin, missa tær dugnaliga fólkið og virðing í okkara egna samfelagi.

? Vinnulívið skal ikki bara megna at bera samfelagsbúskapinum og støðugt endurnýggja seg og sýna framburðshug. Tað skal eisini skapa grundarlag undir vælferð í samfelagnum. Hetta er ikki bara ein býtisspurningur, men kemur eisini vinnulívinum sjálvum til góðar, tí kappingin um fólk við førleika er so stór, at neyðugt er at hava fyri eyga, at samfelagið sum heild skal kunna bjóða góð lívskor og geva tí einstaka mennandi og tryggar karmar.

? Hugsjónin aftan fyri vinnupolitikkin er tí stutt orðað soleiðis: Ein sjálvberandi búskapur, ið byggir á fleiri ymiskar vinnur, sum skapa avkast, framburð og vælferð í fríari, altjóða kapping, og sum raðfesta trivnað og umhvørvið ovarlaga


Verandi vinna og

verandi visjónir

? Í hugsjónini verður einki sagt um, hvørjar vinnugreinar vit í framtíðini eiga at leggja okkum eftir at menna í Føroyum. Hetta er tilvitað, tí hugsjónin má vera høvuðsskipað, og tí at ein langsiktað visjón ikki eigur at verða læst føst í vinnugreinum. Ræsur skula vera nóg rúmar til at taka av nýggjum avbjóðingum, sum koma undan kavi.

? Hin vegin spyrst einki burturúr, um satsað verður upp á allar møguligar vinnugreinar samstundis. Ein raðfesting má til, og tað liggur í raðfestingini, at tað fer at liggja betur fyri hjá summum vinnugreinum enn øðrum.

? Nøkur øki eru longu átrokandi at arbeiða við. Her verður serliga hugsað um vinnur, sum eru tongdar at tilfeingisgrundarlagnum. Eisini fyri hesar vinnur kann hugsjónin nýtast sum leiðregla. Miðað eigur at verða eftir, at vinnurnar gerast sjálvberandi og klára seg í globaliseringini.

? Málsetningurin er at fáa fleiri vinnur, og í hesi fjøltáttanartilgongd kann verandi vinna verða inngangslykilin. Er verandi vinna innovativ, við dagførdari vitan og fjøltáttaðum samstarvi, kann hesin førleiki leggja lunnar undir aðrar og nýggjar vinnur við somu eyðkennum.

? Eisini í vinnupolitisku møguleikunum í oljuvinnuni kann hugsjónin verða leiðreglan. Vit skula stremba eftir at fáa nýggjar, altjóðaðar vinnutættir burtur úr hesum møguleika, sum eitt rávørutilfeingi her kann fara at geva okkum.

? Vinnupolitiska hugsjónin kann soleiðis vera tann reyði tráðurin, ið gongur gjøgnum politikkin fyri einstakar vinnugreinar sum t.d. alipolitikkin, kt-politikkin og politikkin fyri veitingar til oljuvinnuna. Eisini fyri onnur nýggj øki er hetta galdandi, sum t.d. fyri hugsjónirnar um Føroyar sum ressourcecentur og arbeiðið á biðotøkniliga økinum.

? Raðfesting av vinnugreinum og at leggja politikk fyri hesar kann verða næsta stig í vinnupolitisku tilgongdini, og vinnupolitikkurin eigur eisini at verða leiðregla fyri onnur umsitingarøki, sum t.d. útbúgvingar- og granskingarpolitikk, skattapolitikk og umhvørvispolitikk.


Aftan fyr

vinnupolitikkin

? Tað kann vera drúgt og krevja áhaldið arbeiði, frá tí at eitt land fer at orða ein vinnupolitikk, til úrslit spyrjast burturúr. Tað er tí ógvuliga týdningarmikið, at breið semja er um politikkin, soleiðis at sama kósin kann verða hildin fleiri ár fram, og at kósin ikki verður slept á hálvari leið. Samstundis er tað týdningarmikið, at hugsjónin er so mikið breitt orðað, at tað ikki er neyðugt við broytingum og tillagingum í tíð og ótíð.

? Ynskið um at fjøltátta okkara vinnu er íkomið, tí vit vilja hava betri stabilitet, men stabiliteturin er eins nógv treytaður av, at sama kósin verður hildin yvir eitt langt áramál. Hetta krevur semju og støðufesti. Eisini hetta undirstrikar týdningin av, at ein samfatan er um, hvussu vinnupolitikkurin verður førdur.

? Í arbeiðinum at orða vinnupolitikkin hevur dentur verið lagdur á at lurta eftir sjónarmiðunum hjá ymiskum pørtum, men tað er sjálvsagt ikki fyrr enn nú, ið endaliga álitið fyriliggur, at tað er gjørligt hjá áhugaðum at fáa eina heildarmynd av tí, sum Vinnumálastýrið mælir til.

? Heitt verður tí á ein og hvønn, ið hevur áhuga fyri vinnupolitikki, at hugsa um hvat hugsjónin ber við sær og at koma fram við sjónarmiðum um betringar skjótast til ber, soleiðis at miðvísa arbeiðið kann halda áfram til gagns fyri samfelagið, verður m.a. sagt í frágreiðingini frá Vinnumálastýrinum, sum Finnbogi Arge, vinnumálaráðharri legði fyri tingið í farnu viku.