20 milliónir norskar krónur um dagin í tvey ár. So nógv eru tey nýggju norsku offshore reiðaríini, ið eru skrásett á keypsskálanum í Oslo, minkaði í virði.
Tað er fyrst og fremt lági oljuprísurin, ið er orsøkin handan stóru virðisminkingina, ið tilsamans er komin upp í uml. 17 milliardir norskar krónur, ið er um 14 milliardir danskar krónur. Samlaða virði fyri tey nýggju reiðaríini er í dag 5.4 milliardir norskar krónur.
Serliga hart rakt eru feløgini Farstad, Havila og Rem Offshore, ið hava mist ávikavist 94, 95 og 97% av sínum skrásetta virði.
Sambært shippingwatch.dk arbeiði Havila og Farstad uppá at útvega sær nýggjan kapital og Rem Offshore er samanlagt við kappingarneytanum Solstad, ið er ein partur av Aker samtakinum.
2016 hevur higartil verið betur enn tvey tey undanfarnu árini og tí verður mett, at komið er niður á lægsta punkt og tað samlað sæð kann ganga uppeftir aftur skjótt.