Ólavur í Beiti
? Viðvíkjandi sjálvari umbønini um játtan til SvF uppá 1,6 mió.kr., fer fíggjarnevndin at mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið, tá neyðugt er við hesi játtan, um raksturin av SvF skal halda fram á verandi støði.
? Nevndin ger vart við, at støða nevndarinnar ikki skal takast sum nøkur góðkenning av framferðarháttinum hjá landsstýrismonnunum í juli 1999, hetta er mál, sum løgtingsgrannskoðararnir taka sær av, sigur fíggjarnevndin í álitinum um eykajáttanina til Sjónvarp Føroya.
Soleiðis sigur Fíggjarnevndin í áliti sínum til málið um Sjónvarp Føroya, tá ið eykajáttanin fyri september hevði verið til viðgerðar í Fíggjarnevndini.
Ovurstórur vandi
Í brotinum um mannagongdina í málinum, sigur Fíggjarnevndin, at hon er samd um, at meginreglan um, at almennur peningur einans kann útgjaldast sambært góðkenning frá játtandi myndugleikanum, sum er við løgtingslóg og løgtingsins fíggjarnevnd, ikki kann skúgvast til viks og altíð eigur at verða vird.
? Verður henda reglan brotin, er ovurstórur vandi fyri, at slík framferð fer at verða nýtt sum fordømi fyri líknandi mál við tí úrsliti, at virðingin fyri játtandi myndugleikanum, sum frá líður, verður undirgrivin. Tað er tískil neyðugt at taka hetta mál í størsta álvara og kanna allar upplýsingar til lítar á røttum stað.
? Sambært løgfrøðisliga ráðgevara nevndarinnar tilkemur tað tó ikki fíggjarnevndini at viðgera henda partin av málinum, sum í løtuni verður kannaður av rætta avvarðandi myndugleika, boðaðar Fíggjarnevndin frá.
Eingin góðkenning
Og viðvíkjandi sjálvari umbønini um játtan til SvF uppá 1,6 mió.kr., sigur Fíggjarnevndin, at hon fer at mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið, tá neyðugt er við hesi játtan, um raksturin av SvF skal halda fram á verandi støði.
Nevndin ger vart við, at støða nevndarinnar ikki skal takast sum nøkur góðkenning av framferðarháttinum hjá landsstýrismonnunum í juli 1999, hetta er mál, sum løgtingsgrannskoðararnir taka sær av, verður enn einaferð staðfest av Fíggjarnevndini.