Óli Breckman, formaður í tingbólki Fólkafloksins, sigur Fólkaflokkin vera til reiðar at lata Framtaksgrunnin fara undir at einskilja Føroya Fiskavirking uttan mun til, um ein virðisbrævamarknaður frammanundan er settur á stovn ella ikki.
Útvarp Føroya endurgav mánadagin formanninin fyri nevndina í Framtaksgrunninum, Niels Winther Poulsen, fyri at siga, at Framtaksgrunnurin ikki kundi binda seg til at bíða eftir einum virðisbrævamarknað, áðrenn farið verður undir at einskilja Fiskavirking.
- Fólkaflokkurin vil hava ein virðisbrævamarknað settan á stovn skjótast gjørligt, og nú Framtaksgrunnurin er farin undir fyrirreikingar at einskilja Fiskavirking, eiga vit at kýta okkum at fáa virðisbrævamarknaðin kláran longu í heyst. Men ber tað ikki til at fáa virðisbrævamarknaðin á stovn so skjótt, verður tað ikki Fólkaflokkurin, sum fer at steðga Framtaksgrunninum í at fremja eina privatisering, sigur Óli Breckman.
Samgonguskjalið kann dagførast
Í samgonguskjalinum hava samgonguflokkarnir fest á blað eina avtalu um, at ?tá virðisbrævamarknaður er settur á stovn, verður farið undir varliga og gjøgnumskygda einskiljing av vinnuligu fyritøkum landsins?.
Men hesa avtalu sær Óli Breckman ikki sum nakran endaligan sannleika.
- Avtalurnar í einum samgonguskjali mugu kunna dagførast, um so er, at fortreytirnar fyri avtaluni broytast. Vit kunnu nú einaferð ikki stýra Framtaksgrunninum, og um Framtaksgrunnurin fer undir at einskilja Fiskavirking, áðrenn vit hava fingið ein virðisbrævamarknað á stovn, so eru umstøðurnar broyttar, og tá eigur man at vera fleksibul, heldur Óli Breckman.
Leggur ikki í Tórbjørn
Tórbjørn Jacobsen sigur í grein aðrastaðni í blaðnum í dag, at hann ikki kann góðtaka, at ein einskiljing av Fiskavriking verður framd uttan ein virðisbrævamarknað, men hetta tekur Óli Breckman sær ikki av.
- Eg leggi ikki í hvat Tóirbjørn Jacobsen hevur at siga. Tórbjørn Jacobsen hevur sjálvur biðið um ikki at vera partur av samgonguni longur, og Tjóðveldisflokkurin hevur meldað út, at tað, sum Tórbjørn sigur, ikki hevur nakað við flokkin at gera, sigur Óli Breckman.