- Dear colleagues, friends and business partners.
Bjarni Djurholm var høviskur, tá hann tók orðið, dagin tá almenna Atlantsflog varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Íslandi í desember 2007 og fyrsti triðingur av partabrøvunum varð seldur.
Men í røðuni hjá landsstýrismanninum í vinnumálum lá eisini ein greiður boðskapur. Ein boðskapur um at Føroya Landsstýri gleddi seg til at selja næsta triðingin av partabrøvunum.
Boðskapurin um næsta stigið í einskiljingarætlanini hevði avgerandi týdning fyri søluna av fyrsta triðinginum av partabrøvunum. Tí tá tú keypir ein bita av køkuni, mást tú kenna fortreytirnar fyri, hvussu restina av køkuni verður skorin.
Boðskapurin, øll røðan hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, varð fráboðað íslendska keypsskálanum, umframt Virðisbrævamarknaði Føroya, sum samstarvar við Reykjavík. Á henda hátt fingu allir íleggjarar og møguligir íleggjarar somu kunning samstundis. Øll vórðu viðfarin eins.
Malan Johansen, ráðgevi hjá Virðisbrævamarknaði Føroya, er ikki í iva:
- Tíðindi, sum felagið metir kunnu ávirka kursin og harvið eisini handlar við partabrøvunum, skulu fráboðast keypsskálanum. Tað hevur Atlantsflog so mett, at røðan hjá Bjarna Djurholm hevði. Tí varð røðan send keypsskálanum, soleiðis at allir partaeigarar eru kunnaðir um viðurskiftini í senn. Í hesum føri vóru tíðindini eitt politiskt signal um at ætlanin er at selja ein triðing afturat, staðfestir Malan Johansen.
Lyftið
Í tíðindaskrivi frá Vinnumálaráðnum í gjár sáar Johan Dahl iva um, hvat tað nú eisini var, ið landsstýrið ætlaði við Atlantsflog.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum skrivar, at táverandi landsstýri hevði ætlanir um at selja institutionellum íleggjarum 33 prosent partabrøvunum afturat. Men onki lyfti er givið um, at næsti triðingurin av felagnum skal seljast, stendur í fráboðanini úr Vinnumálaráðnum í gjár.
Ráðgevin hjá Virðisbrævamarknaði Føroya, Malan Johansen, vísir aftur á fráboðanina til keypsskálan í desember 2007. Staðfestir, at veruleikin hevur víst, at orðini í fráboðanini ikki hildu.
- Ein fráboðan til keypsskálan er ein kunning til partaeigarar og møguligar íleggjarar. Eg gangi út frá, at hesi so eisini meta um trúvirðið hjá tí, sum sendir boðskapin. Fráboðanin í 2007 var eitt politiskt signal frá Føroya Landsstýri um at ætlanin var at selja ein triðing afturat tí fyrsta triðinginum, sigur Malan Johansen og staðfestir turt:
- So er spurningurin sjálvandi altíð, hvussu signalið verður móttikið og um tað verður móttikið eins, um íleggjarin er føroyskur ella útlendskur.
Í gjár sendi Vinnumálararáðið sum nevnt út eitt tíðindaskriv, har sagt verður, at landsstýrið ongantíð hevur lovað at selja meira enn tey 33 prosentini av partabrøvunum í Atlantsflog.
Malan Johansen hevur ilt at meta um nýggja boðskapin frá høvuðspartaeigaranum.
- Tíðin hevur sum nevnt víst, at politiska signalið í 2007 varð skeivt, so tað vita íleggjarar í dag. Tó kann alt órógvið sjálvandi ávirka áhugan fyri felagnum skeiva vegin, sigur Malan Johansen.
Higartil er tíðindaskrivið úr Vinnumálaráðnum í gjár ikki sent keypsskálanum.