Virðisbrævamarknaðurin:Funnið samstarvsfelaga

Virðisbrævamarknaður Føroya hevur funnið ein samstarvsfelaga í Íslandi. Nú er næstan klárt at fara ígongd, men enn resta virðisbrøvini í

Tað er sum við hønuni og egginum. Vit hava í Føroyum ein virðisbrævamarknað, sum bíðar eftir virðisbrøvum. Eisini eiga vit fyritøkur, sum bíða eftir einum virðisbrævamarknaði við at gera virðisbrøv.
Tað er mestur heldur ikki orðini Virðisbrævamarknaður í Føroyum, sum fáa tey flestu til at detta av stólinum. Flest øll munnu sita spyrjandi, tí tað er ikki nógv, tú hoyrir um hendan góða marknað.
Virðisbrævamarknaður Føroya (VMF) varð stovnaður 7. november 2000. Partaeigararnir eru býttir í fýra bólkar: fyri útgevarar, fyri íleggjarar, fyri meklarar og fyri myndugleikar. Endamálið er sum navnið sigur, at reka virðisbrævamarknað fyri føroysk virðisbrøv í samstarvi við annan marknað. Hetta við einum øðrum marknað er eisini nakað nýtt. Á aðalfundi 4. juni varð hetta lagt afturat viðtøkunum.
Samstarvsfelagið er eisini ein nýggjheit. Talan er um VerðbréfaÞing Íslands, sum leysliga verður umsett til Virðisbrævamarknaður Íslands.
Fyribilsstjóri fyri føroyska virðisbrævamarknaðin er Sigurd Poulsen. Hann vónar, at teir kunnu fara í holt við at virka innan hetta árið er runnið.
?Tann tekniski parturin verður klárur í ár. Vit kunnu nú fáa ein marknað, men tað er framvegis soleiðis, at vit ikki hava nøkur viðisbrøv, sigur Sigurd Poulsen.
Hetta stigið við at finna ein samstarvsfelaga er at meta sum eitt týðandi stig.
Sigur Poulsen, sum til dagligt er stjóri í Landsbankanum, sigur seg kunnu staðfesta, at áhugin framvegis er til staðar fyri virðisbrævamarknaðinum. Eisini hevur marknaðurin fingið góðar sømdir í nýggja samgonguskjalinum.
Fyribilsstjórin nevnir eisini, at ein partur av fyrireikingunum er at skipa soleiðis fyri, at talan verður elektronisk virðisbrøv ístaðinfyri pappírsbrøv, tí hesi er dýrari at fáast við.

Samfelagsligan týdning
Tað er heldur ikki at undirmeta, hvønn týdning tað fer at fáa fyri føroyskt vinnulívið tá/um ein virðisbrævamarknaður verður veruleiki.
?Tað vera heilt týðandi broytingar. Fyritøkurnar skulu til at hugsa øðrvísi, og neyðugt verður eitt nú at byggja upp álit við síðnar partaeigarar, sigur Sigurd Poulsen.
Eitt nú kann tað hugsast, at tað ikki longur fer at standa fyritøkum frítt at boða almenninginum frá ymsum, uttan at marknaðurin er kunnaður um hetta áðrenn.
Sigurd Poulsen sær eisini, at fjølmiðlarnir fara at geva hesum nýggjan marknaðinum stóran ans við sendingum og nógvari umtalu.
?Í útlondum síggja vit, at marknaðir av hesum slag fáa nógvan umtala, og nógvar sendingar verða sendar um tílíkt. Tað er hugsandi, at hetta gerst eitt stórt millum almenningin sum politikkur, sigur Sigurd Poulsen.