Virðistjak

Oddagrein:

Í gjár umrøddu vit her hugskotið hjá John Johannesen, formanni í tingbólki Javnaðarfloksins, um at fáa gomlu javnaðarvirðini aftur í hásætið. Orðaskifti hevur longu tikið seg upp her í blaðnum í og við, at tríggir navngivnir javnaðarmenn gera hvassar viðmerkingar til politisku kósina.

 

Javnaðarflokkurin hevur ilt í virðunum ella grundsjónarmiðunum. Hetta kemur ivaleyst av samstarvinum við borgarligar flokkar, eitt samstarv, ið krevur neyðsemjur, sum mangan ganga ímóti floksins grundsjónarmiðum. Hesa støðu kennir einhvør flokkur, og soleiðis vil tað framhaldandi vera, um ikki flokkur megnar at varðveita politiska samleikan i samstarvinum.

 

Javnaðarlokkurin er støðugt í tvístøðu, tí hann hevur tvey sett av grundsjónarmiðum at fyrihalda seg til, nevniliga ta sosialdemokratisku ideologina og ríkisfelagskapin. Hetta er ikki lætt hjá floksleiðslu og tingbólki ei heldur hjá fótfólkinum.

 

Tá neoliberalistisku og neokonservativu rákini skolaðu inn yvir europeiska meginlandið, komu allir europeiskir javnaðarflokkar undir trýst. Teir flestu skeittu eftir New Labour hjá Blair, sum uttan víðari leyp upp á vognin og tók upp nógv av tí politiska strandvarpi, sum var rikið upp eftir Reagan, Thatcher og George W. Bush. Fyri New Labour elvdi tað til eina politiska vanlukku, at flokkurin uttan víðari tók so nógv av hesum til sín.

 

Aðrir flokkar, t.d. tann spanski sosialdemokratiski flokkurin, valdu at halda fast við gomlu virðini, og hevur flokkurin bert vunnið við hesum. Norðurlendsku javnaðarflokkarnir hava roynt ideologiskt at halda tørn, men eru undir stórum trýsti av eitt nú spurninginum um innflytarar og flóttafólk. Frægast hevur gingist í Noregi. Xenofobiin ella fremmandaóttin er vaksandi m.a. orsakað av, at høgrapopulistiskir flokkar grovliga misnýta hetta mál. Sosialdemokratar og aðrir vinstrahallir flokkar eru í truplari støðu og hava hildið skiftandi kós í spurninginum um støðuna hjá innflytarum og flóttafólki.

 

Hartil kemur, at javnaðarflokkarnir ikki longur hava patent upp á vælferðarsamfelagið. Borgarligu flokkarnir hava flestallir góðtikið henda samfelagsmyndil, og er hetta sjálvsagt ein avbjóðing. Tað sama er hent hjá okkum, har allir flokkar upp undir val lova gull og grønar skógir.

 

Sum nevnt hevur føroyski Javnaðarflokkurin ein eykatrupulleika: ríkisfelagskapin, sum elvir til spjaðing í flokkinum. Tá tjóðskaparliga aldan ryggjar, kemur flokkurin undir trýst – tá aldan aftur leggur seg t.d. í krepputíðum, kemur Javnaðarflokkurin eisini undir trýst. Orsøkin man vera, at ivaleyst Tjóðveldi er betri til loysingina, og Sambandsflokkurin verður mettur at er betri til at tryggja sambandið. Javnaðarflokkurin er tí støðugt í vanda fyri at detta niður ímillum. Her eru sostatt nógv ymisk fyrilit, nógvir politiskir spurningar at taka støðu til í Javnaðarflokkinum, og orðaskifti kann bert gagna øllum pørtum. Vit fara her framhaldandi at koma við okkara íkasti og fara at viðgera Javnaðarflokkin eins sakliga og vit viðgera allar flokkar.