##med2##
Føroyskur fótbóltur hevur fingið eina nýggja støðu. Tá fyrsti bólturin verður sparkaður leygardagin, so er tað fyrsta landskappingin í Evropa, sum er byrjað aftur eftir koronasteðgin. Tað merkist eisini á áhuganum hjá teimum, sum dáma væl at spæla uppá dystir. Tað ger eisini at tað er vandi fyri avtalaðum spæli.
- Vandin er altíð til staðar. Tað hevur verið spælt upp á føroyskan fótbólt fyrr og tá hevur verið spælt upp á úrslitið. Úti í heimi hevur verið spælt upp á næstan alt, sum spælast kann. Hvør fær gult kort, hvør fær fyrsta innkastið, fyrsta hornasparkið og hvat veit eg. Nú verður tað næstan bara fótbóltur í Føroyum og tað ger at føroyskur fótbóltur blívur meiri áhugaverdur. Tað hava vit eisini lagt merki til, tí fleiri veddingarfyritøkur hyggja hendan vegin í hesum døgum. Tað er einki galið við at spælt verður upp á dystir, men tað kunnu verða avbjóðingar av tí. Tað royna vit at verja okkum fyri, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
Allir spælarar, sum gera sáttmála, skriva eisini undir upp á at teir ikki eru partur av avtalaðum spæli. Arbeitt verður eisini við at gera tað revsivert við lóg í Føroyum.
- Vit ætla at fara undir eitt átak, har vit eisini fáa tosað við allar spælararnar og minna á tað, sum eisini stendur í sáttmálanum. Hetta er fyri at geva teimum eina kunning, tí tað er skjótt at blíva lokkaður. Tú fær eini boð um at tú kanst fáa pengar fyri at gera hetta ella hatta á vøllinum, sigur Virgar Hvidbro.
Føroyska landskappingin byrjar leygardagin. In.fo og FM1 hevur beinleiðis frásøgn 1. umfar, sum byrjar klokkan 15 og seinasti dysturin endar ikki fyrr enn klokkan 21.