Virka fyri teldutøkari ættargransking

Ættargransk­ingar­felagið KT Slekt hevur havt aðalfund. Felagði arbeiðir við at gera alt ættargranskingartilfar teldutøkt

Tíðindaskriv

Aðalfundurin samtykti at heita á Landsskjalasavnið um at fáa innheinta alt tað tilfar, sum Landsskjalasavnið eftir lógunum eigur at liggja inni við. Eitt nú skulu all­ar upplýsingar í kirkju­bók­un­um, við undantak av ætt­leiðingarmálum, verða tøk á Landsskjalasavninum, tá tær eru eldri enn 50 ár.
Tríggir nevndarlimir Göran Wennerström, Sofus D. Johannesen og Steinbjørn í Dali stóðu fyri valið. Allir blivu afturvaldir.
Limatalið hjá felagnum veksur støðugt. Við árslok í 2005 vóru 480 limir. Av teimum eru eini 60 uttan­lands úr sjey ymiskum lond­um.
Í felagnum KT Slekt møt­ast limirnir bert einaferð um árið, og tað er á árliga aðalfundinum. Dagliga sam­­skifta limirnir bert heima­síðuna www.genealogi.fo, sum er sera vælumtókt. Kjak­torgið og tær innskrivaðu fólkateljingarnar eru best umtóktar av teimum út við 200 dagliga vitjanunum á heimasíðuni.
Á heimasíðuni eru millum annað meira enn 54.000 nøvn úr fólkateljingum frá 1801 og frameftir, sum limir felagsins kunnu leita í. Tað gongur støðugt framá at skriva fólkateljingar inn, men felagið sóknast eftir fólki at skriva inn fólkateljingarnar úr Norðoyggjunum.
Felagið arbeiðir eisini við at skráseta allar gravir í Føroyum. Nakað av tilfari er longu tøkt á heimasíðuni.
Ein onnur størri verkætlan, sum felagið ætlar sær undir er, at skriva allar kirkjubøkur inn á teldu, soleiðis at tær eisini verða teldutøkur hjá limunum. Avtala er gjørd við danskt systurfelag um loyvi at brúka teirra telduskipan til innskrivingina.
Sparikassagrunnurin hjá Føroya Sparikassa hev­ur stuðlað felagnum at gjøgnum­føra verkætlanina við teldu­tøkum fólkateljingum. Pen­ingurin er brúktur til keyp av tænastum frá Lands­skjalasavninum. Hesin pen­ingur er nú uppbrúktur, og felagið noyðist at fíggja rest­ina av verkætlanina við lima­gjaldsinntøkum, um felagið ikki fær annan stuðul.


KT SLEKT er ættar­gransk­ing­ar­felag hvørs enda­mál m.a. er at fáa ættar­gransk­ingartilfar teldutøkt.

Í nevnd felagsins sita:
Göran Wennerström, for­maður, Hans Suni Jensen, næst­formaður, Randi Á. Jakobsen, skrivari, Sofus Johannesen, kassa­meistari, Steinbjørn í Dali, netumsit­ari.