Aksel V. Johannesen hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at Javnaðarflokkurin fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin. Nú hevur floksformaðurin harafturat verið við til at minka sín egna flokk úr seks niður í fimm tinglimir.
- Javnaðarflokkurin er í andstøðu, og einki bendir á, at vit koma í samgongu fyrr enn eftir eitt løgtingsval. So okkara ávirkan er avmarkað. Í somáta er lítið broytt, um vit eru fimm tinglimir, heldur enn seks. Ikki minst, tá vit ikki standa saman um politikkin. Mín uppgáva er at byggja ein flokk, ið veljarar og møguligir samstarvsflokkar kunnu hava álit á. Ein flokk, ið stendur saman um sína grundhugsjón og prinsipiellu málini, sigur Aksel V. Johannesen.
Floksformaðurin ásannar, at timingin kundi verið betri.
- Jú, tað hevði óivað verið betri at gjørt tað fyrr í valskeiðnum. Men hinvegin vildi flokkurin geva Gerhardi Lognberg ein kjans. Tað ber ikki til at koyra ein løgtingslim úr flokkinum í óðum verkum. Men tað ber heldur ikki til at fara til val við tí støðu, sum flokkurin er í, har fleiri ymiskar meiningar eru um prinsipiell mál.
Hóast Javnaðarflokkurin nú er ein minni flokkur, so heldur Aksel V. Johannesen fast um hørðu kósina mótvegis Fólkaflokkinum.
- Eg trúgvi snøgt sagt ikki uppá, at tað ber til at føra javnaðarpolitikk saman við Fólkaflokkinum.
Men Javnaðarflokkurin hevur tó samstarvað nógv við Fólkaflokkin, síðstu mongu árini?
- Tað er rætt. Men eg trúgvi eisini, at farnu tíðarskeiðini í samgongu við Fólkaflokkin hava kostað Javnaðarflokkinum dýrt, svarar Aksel V. Johannesen.
Fyribils hevur formaðurin í Javnaðarflokkinum tó annað at berjast við enn Fólkaflokkin. Hann skal prógva, at tað er rætt at koyra ein løgtingslim úr flokkinum, fyri fyrstu ferð síðani 1946. Hann skal prógva, at hann nú kann stýra sínum tingbólki. Hann skal fáa sín flokk at veksa seg væl størri enn fimm tinglimir, ið er tað minsta síðani løgtingsvalið 1994.
- Limafeløgini kring landið ynskja, at Gerhard Lognberg verður koyrdur úr Javnaðarflokkinum. Flokkurin hevur valt meg til formann, og tað er mín uppgáva at fremja tað í verki. Tað er sjálvandi ikki ein hugalig uppgáva, men tað er eftir mínum tykki neyðugt. Annars er flokkurin ikki annað enn ein forsamling av einstaklingum, ið gera, hvat tey vilja. Skulu vit gera okkum nakrar vónir um at koma í samgongu eftir næsta val, so skal allur tingbólkurin standa aftan fyri tær avgerðir, ið vera tiknar, sigur Aksel V. Johannesen.
FAKTA:
Sjey limafeløg heittu hósdagin 31. oktober á floksleiðsluna í Javnaðarflokkinum um at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum. Talan er um Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag, Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag, Vága Javnaðarfelag, Eysturoyar Javnaðarfelag, Norðoya Javnaðarfelag og SU-Sosialistisk Ung.
Floksleiðslan er tingmanning floksins, møgulig landsstýrisfólk og fólkatingslimir, politiskt valdir borgarstjórar, starvsnevndin og limafeløgini kring landið, ið hava umboðan eftir limatali. Floksleiðslan í Javnaðarflokkinum er í løtuni 34 fólk.
Leygardagin 2. november skal floksleiðslan taka støðu til, um Gerhard Lognberg skal koyrast úr Javnaðarflokkinum. Avgerðin verður tikin við vanligum meiriluta. Tí er greitt, at sandoyartingmaðurin missir sín limaskap í Javnaðarflokkinum og gerst uttanflokkatingmaður.