Ávirkan og rakstur

Talvan vísir, hvør ávirkanin á rakstur og eginogn hevði verið, um tær rættingar, sum ársroknskaparlógin ásetur, høvdu verið framdar.

Umframt tær rættingar, sum eru nevndar í talvuni, hevði Eik-grunnurin eisini kapitalpartar í fleiri øðrum feløgum. Vantandi fígging hevur við sær, at granskingin ikki hevur fevnt um eina gjøgnumgongd av hesum kapitalpørtum. Sum tað framgongur aðrastaðni á síðuni hava nevnd og grannskoðan ikki ynskt at útflýggja hesar upplýsingar.
Kapitalpartarnir eru hesir:
• P/F frá 13. februar 1997 (100%)
• Komlpementarselskabet Hotelinvest ApS (100%)
• K/S Hotelinvest (100%)
• SET P/F (57%)
• K/S 26.06.09 (tilknýtt virki (98%))
• P/F Skálafjarðartunnilin (50%)
• DSK A/S (42,5%)
• P/F Faroe Cod (21,3%)
• P/F Data Quality Systems (20,34%)
• P/F Atlantic Fishing (30,6%)
• P/F Bitland (22,8%)
• Nicurague Business Park (25%)
• Nafa (24%)