Virkið hjá Ísbjørnini stongt fyribils

Virksemi á virkinum hjá Ísbjørnini liggur stilt í løtuni og fólki er alt sent til hús. ? Vit eru í holt við at leggja framleiðsluna um, og eingin er uppsagdur, sigur Bjarti Mohr, stjóri

Virksemi á virkinum hjá Ísbjørnini liggur stilt í løtuni og alt fólki er sent til hús.

Sambært Bjarta Mohr, stjóra í Sp/F Ísbjørnin, so er orsøkin, at teir eru í ferð við at leggja framleiðsluna um.

Vit hava skilt, at tað eru treytir frá Starvstovuni, sum er orsøkin til at virkið er stongt, er tað so?

? Nei, tað er ikki orsøkin. Vit eru í holt við at leggja framleiðsluna um, og í tí sambandi hevur Starvsstovan biðið okkum koma við einum nýggjum framleiðsluuppleggi - frá móttøku til lidna vøru. Meðan tað arbeiði verður gjørt liggur virksemi stilt, sigur Bjarti Mohr.

Stjórin vil ikki tosa um hvør tann nýggja framleiðslan verður, men hann sigur, at tað er ein roynd at fáa meira burtur úr rasktrinum.

Starvsstovan vil als ikki gera viðmerkingar til søguna við teirri grundgeving, at hetta er eitt mál millum stovn og virki, og at talan hevði verið um álitisbrot, um Starvsstovan úttalaði seg alment um málið.