Virkin Vágur byrjar 1. februar

Nú stundar til ársins heilsuátak í Vági – Virkin Vágur. Eins og undanfarnu tvey árini, so byrjar Virkin Vágur 1. februar og heldur fram allan februar mánað, og skráin verður fjøltáttað og stór.

 

Virkin Vágur er afturvendandi heilsuátakið, sum Vágs Kommuna skipar fyri í samstarvi við fyritøkur, feløg og einstaklingar í Vági. Hetta er triðja árið, at Virkin Vágur verður fyriskipað. Og tankin við átakinum er hin sami; eitt heilsuátak fyri øll í ein heilan mánað. Í februar verður sostatt sjóneykan sett á heilsuna hjá borgarum í Vági og ljós varpað á tey mongu og ymisku tilboðini, sum eru í Vági.

 

Ynski við Virkin Vágur er, at øll kunnu luttaka – vitr seta ikki krøv ella væntanir til hvønn einstakan. Vit vilja heldur, at hvør einstakur er virkin, soleiðis sum tað hóskar, og at hesi gera Virkin Vágur til nakað, sum hóskar inn í gerandisdagin. Skráin og øll tilboðini í skránni stuðla so undir, at einhvør kann vera virkin ella virknari allan februar. Á tann hátt fær ein mest burturúr Virkin Vágur – bæði kropsliga og sálarliga, sigur Magnus Pauli West, samskipari.

 

Virkin Vágur er bygt á boðskapin í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsustýrinum (fyrr Fólkaheilsuráðnum);  ver virkin, ver saman, ver hugbundin, skrivar vagur.fo.