Visión 2015 fyri mentan og list

Oddfríður Marni Rasmussen, nevndarlimur í Listafólkasambandi Føroya

Visión við ongum peningi
Um tíggju ár skal visión 2015 ætlanin hjá landsstýrinum standa sína roynd. Nærum øll hava verið alment frammi um, hvussu ætlanin skal leggjast fyri teirra øki. Listaøkið hevur ikki verið hægsti veðrættur hjá hesum landsstýri, heldur ikki undanfarnu landsstýri hava raðfest hetta økið, tó so hevur okkurt hirs verið til okkara fyrimunar. Tá ið tann breiða visiónsfulla samgongan tók við, varð tað fyrsta, sum teir fingu á skafti at skarva 300.000 krónur av flaggskipinum, Mentanargrunni Landsins. Vónandi er ætlan teirra ikki at søkkja flaggskipið 300.000 krónur um árið, fram til 2015, tí at so verður ikki nógv eftir. Í fíggjarætlanini fyri 2006 stendur, at Mentanargrunnur Landsins hevur somu 4,5 milliónir at arbeiða við sum í fjør, men andstøðan metir eina munandi hækking koma væl við.
Tað vísir seg nærum soleiðis, at politikarar eru á einum máli um at lova og ikki altíð halda tað, sum teir lova. Um hetta skilið heldur fram, verður visión 2015 útsett til óavmarkaða tíð. Politikararnir sjálvir megna ikki at standa fyri slíkari visión, tí at tann eginleikan hava alt ov fáir, og tí er ógjørligt at fáa semju um hetta økið, sum er grundsteinurin undir samleika føroyinga. Um fólk, sum arbeiða við list og mentan ikki verða tikin við at seta visiónina út í kortið, er onki vunnið. Ein visión varð sett út í kortið, tá ið mentanarálitið við visiónsríka heitinum "Mentan og menning" í 2002 varð latið táverandi landsstýrismanninum í mentamálum. Onki munagott er hent á økinum enn. Tó skal sigast, at Tjóðpallur Føroya er stovnaður, men hann hevur lítlan og ongan pening at arbeiða við. Eftir álitinum átti játtanin til mentan og list at verið komin upp á 9,887 milliónir krónur.
At seta eina slíka visión út í kortið, er ikki heilt ódýrt hjá tí almenna. Skal føroysk list bara vera til heimliga umhvørvið at sovna á, so eru vit væl á veg at seyma heimsins fjálgastu madrassu. Vit eru ikki okkurt prunk, sum politikarar taka fram at hálova, tá ið onkur høgtstandandi embætisbróðir kemur á vitjan, og tá ið teir hava sæð, at vit eiga eitt jakkasett ella føroyska búnan, verða vit beindir burtur til eina aðru ferð. Fyrst eiga nøktandi karmar at verða bygdir til listafólk at starvast innan. Listaumhvørvinum í Føroyum vantar støð, har eitt gevandi og mennandi virksemi fer fram. Finnast má fram til, hvør ið hevur ábyrgdina av hesum øki. Skulu kommunurnar skapa karmarnar, ella skal landið? Óansæð, hvør skapar kærkomnu karmarnar til listafólk, so skulu teir til, um hesi skulu kunna trívast og mennast.

Visión við ongum listarligum kørmum
1.
Verður hugt at kørmunum, sum føroysk listafólk hava, so kann skjótt staðfestast, at fáir karmar eru nøktandi. Listamálarar mugu leiga skýmaskot ymsastaðni í landinum. Teir eiga at hava verkstovur, sum liggja í einum bygningi, og sum teir kunnu leiga fyri ein sámiligan pening. Hesin bygningur skal eisini hava høli til framsýningar. Eitt gott hús til teirra hevði verið, um Tórshavnar kommuna ognaði sær ein bygning at gera um til verkstovur og framsýningarhøli. Elverkið við Gundadalsvegin hevði verið eitt framúrskarandi umhvørvi at skapa í, og hevði loyst trupulleikan í høvuðsstaðnum. Hetta kann eisini verða brúkt tvørlistarligt.

2.
Tónleikurin, sum helst er frægast fyri, eigur at fáa betri sømdir. Høli at venja í mugu til, fyri at bólkarnir kunnu mennast til heimsmarknaðin. Nøktandi støð at spæla í eiga at vera í høvuðsstaðarøkinum. Vit kunnu ikki liva longur við skommini, at vit eru einasti høvuðsstaður í heiminum, sum ikki hevur eitt vanligt stað at spæla í til tónleikararnar. Eg havi frætt, at í Tórshavn er okkurt um at henda á hesum økinum. Musikskúlin átti at tikið ímóti fýra ferðirnar so nógvum næmingum. Skulu lærararnir, ið undirvísa á Musikskúlanum mennast, skulu teir undirvísa hálva tíð og verða yrkistónleikarar hálva tíð. Sum er, svarar tað til, at allir fótbóltsleikarar í Føroyum gjørdust venjarar ella dómarar, tí at teir ikki sluppu at menna seg sum fótbóltsleikarar, og tað hevði neyvan gingið.

3.
Eitt tjóðleikhús má byggjast, sum eisini kann brúkast til konsertir og annað. Upphæddin til Tjóðpall Føroya má verða tíggju ferðirnar so høg sum nú, skal tað virka best hóskandi. Sjónleikur er tann listin, sum hevur partar av øllum listaøkjum í sær, og tí eiga bæði pallsmiðir, ljóðfólk, ljósfólk, tónleikarar, rithøvundar, dansarar, klædnasniðgevarar og onnur í avmarkaða tíð at vera tengd at einum komandi tjóðleikhúsi.

4.
Ein listaskúli má setast á stovn, har fakliga støðið er í hásæti, og har útlendsk listafólk eisini kunnu fáa íblástur. Uppskotið um listaskúla sum liggur frammi, kann ikki brúkast. Tað leggur upp til enn ein háskúla, og honum er ikki brúk fyri, tá ið vit hava ein. Vit hava brúk fyri einum listaskúla, sum kann virka sum ein lopfjøl til hægri lærustovnar innan list í øðrum londum.

5.
Stuðlast má upp undir, at bókmentir á føroyskum máli verða týddar til onnur mál, og at vit fáa bókmentir týddar úr øðrum málum til føroyskt. Bókmentaráðgevarar skulu til, um ein bók skal hava somu dygd sum útlendskar bøkur. Privatu forløgini eiga at fáa betri peningaligan stuðul til bókmentaráðgeving og bókaútgávur, og summi av teimum eiga at duga at marknaðarføra seg betur. Hetta er sjálvandi aftur ein spurningur um fíggjarliga orku.

Heimaviðurskifti og heimsviðurskifti
Hetta ljóðar helst sum óljóð í oyrunum bæði á kommunalum- og landspolitikarum, men um teir tora at fullføra visións 2015 ætlanina, noyðast teir at stuðla og hjálpa at skapa karmarnar, ið mentanin og listin skal trívast innanfyri. Tað er øðiliga lætt at siga, at um tíggju ár skulu Føroyar vera besta landið í heiminum at liva í. Trupulleikarnir gerast sjónligir, tá ið landsins kosnu menn bara snakka um, hvussu ringar tíðirnar eru, og tað einasta positiva, ið fjølmiðlafólk bera íbúgvarunum á hesum kargu oyggjum er, at um fuglakrím kemur til Føroya, so hava vit heiluvágin, ella at nú leingist Toda eftir konu og børnum í Danmørk. Tað er ikki nóg gott. Ein visión krevur eina ætlan, sum øll kunnu brúka. Hetta má ikki bert verða ein politisk ætlan, har nakrir politikarar breggja og hálova sær sjálvum, tí at nú rørir seg í huganum. Meiri skal til enn so. Tað má gerast okkurt. Ein visiónsætlan kann ikki hava somu politisku raðfestingar, sum politikarar brúka, tí at teir ikki síggja seg førar fyri at seta seg inn í mál, sum ikki kemur teimum við, og tí er tað kanska ringt hjá listaheiminum yvirhøvur at fáa politikarar at hugsa um eina visiónsætlan fyri mentan og list. Eru politikarar ikki førir fyri at stuðla listafólkum í egnum landi, ber ikki til at hava eitt fruktargott norðurlendskt samstarv, har rembingarnar fyri tíðina eru alt annað enn positivar fyri eina pseudotjóð sum Føroyar. Um ikki listin verður stuðlað her heima, er nærum ógjørligt at fáa stuðul frá hinum norðurlondum. Tað er soleiðis, at hvørja ferð vit eru á norðurlendskum fundum, eru vit bara við sum eitt eiti av eygleiðarum, ið altíð hava í huga, at vit ikki hava fullan limaskap nakrastaðni. Heimaviðurskiftini eru tengd at heimsviðurskiftunum. Stuðla og skapa vit ikki okkara egnu karmar, kunnu vit ikki vænta at fáa stuðul og sleppa inn um karmarnar hjá øðrum, og tá er ikki bara talan um pening.