Visiónsleys samanlegging

Johan Petersen

Avgjørt er nú, at ÚF og SvF skulu leggjast saman. Men tá ið einasta veruliga orsøkin er danofobi: ein barnslig roynd at forða føroyingum at síggja danskt sjónvarp, er spurningurin , um hetta ikki var betri ógjørt.

Løgtingið hevur - enntá við stórum meiriluta - viðtikið, at leggja ÚF og SvF saman (les: Svf undir ÚF). Hvørt mansbarn veit, at orsøkin til hetta er, at fyrrverandi SvF-stjórin Mikkjal Helmsdal í síni visión at menna eitt veruligt føroyskt sjónvarp, sá í eyguni, at hetta bert og best kundi gerast við at nýta alla fíggjarorkuna, sum SvF átti, til veruligt føroyskt sjónvarpstilfar, og so nýta restina av tíðini til beinleiðis at senda DR1 ella DR2.

DR 1 og 2 tilverugrundarlagið
Hetta eru tær sjónvarpsrásir, sum bæði síðan føroyskt sjónvarp sá dagsins ljós, hevur verið tilverugrundarlagið og tað, føroyingar vilja síggja. Hervið spardi SvF pening til óneyðuga banding, týðing, teksting, inntalu, arkivering, programmlegging, frammheinting og forskotna sending av tilfari, flestu føroyingar longu høvdu sætt. Og alt hetta tilfarið hevur at kalla verið ókeypis.

Men nú vann minnilutakenslan valdið og í reinum danofobiskum ørskapi avgjørdi mentamálaráðharrin, at leggja ÚF og SvF saman fyri at forða SvF at senda beinleiðis. Og fylgjan av hesum kann bert blíva, at tað fíggjarliga vælfunderaða ÚF yvirtekur tað veika. fíggjarliga kroysta SvF.

Skal als ikki siga, at tað undir ongum umstøðum vildi verið ráðiligt at lagt ÚF og SvF saman, men hetta skuldi sjálvandi verið gjørt grundað á visiónir um at menna báðar stovnarnar og í serdeilisheit fyri at menna SvF. Og hetta skuldi verið grundað á væl fyrireikað forarbeiði, soleiðis at veruligur vinningur fekst burtur úr eini samanlegging í staðin fyri sum nú, eini vón um vinning.

Nær, Jógvan á Lakjuni, nær?
Nei, Jógvan á Lakjuni, nógvar ferðir meiri umráðandi enn ein samanlegging er, at fáa lógloysið, ÚF og SvF virka undir, upp á pláss, við at fáa setta í gildi eina fjølmiðlaábyrgdarlóg, so at Petur, Virgar, Óli og undirritaði hava nakrar staðir at fara við okkara átalum, tá ið ÚF og SvF ikki kenna sær hógv. Uppskot um hesa lóg varð framlagt longu í 1998, men hevur hegnisliga verið skúgvað til viks av fullveldislandsstýrinum líka síðan. Nær, Jógvan á Lakjuni, nær fáa vit eina fjølmiðlaábyrgdarlóg???