Tøkk – Bjarni Bisp

 

Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá ið elskaði maður, pápi, verpápi og abbi sjólætst 6. februar 2024.

 

Bjarni Bisp føddur 9. desember 1966 og sjólátin 6. februar 2024

 

Takk til MRCC og Vørn fyri leitingararbeiði. Takk til manningar á skipum og tyrlutilbúgvingina fyri tykkara leiklut í leitingini.

 

Takk til familju, vinir, kenningar og tykkum øll, sum komu inn á gólvið í heiminum og á annan hátt hava sýnt samkenslu í sorg okkara. Takk fyri fløvandi orð, gott til matna og annan ugga í sorgini og sakninum.

 

Takk til Berg D. Joensen, sóknarprest, fyri ótroyttiiligan stuðul og fyri góð orð í Hoyvíkar kirkju til minningarhaldið 7. mars 2024. Somuleiðis tøkk til Jógvan Fríðriksson, biskup.

 

Takk, tit, sum vóru við til at gera minningarløtuna í Hoyvikar kirkju til ein góðan dag hóast alt: eisini tit mongu, sum komu til ervið.  

 

Takk til Magna Chiristiansen og Bernhard Petersen fyri vakran sang og spæl. Takk til Tórshavnar Manskór fyri stórbæra framførslu.

 

Vit takka Hoyvíkar kirkju, kirkjuráði og kirkjutænarum, umframt Búgva Øster fyri stroyming.

 

Serstøk tøkk til Niels Mortensen og Hotel Hilton fyri væl skipað ervi. Somuleiðis takk til tykkum mongu, ið bakaðu.  

 

Takk til reiðarí, skipara og manning fyri løturnar.

 

Gulbrit  

 

Beinta

 

Fríði & Levi  

 

Tummas & Sólrun, Teitur, Brandur og Pætur