Vísindavøka á ferð á Sørvágs Bókasavni í kvøld

Vísindavøkan er á ferð kring landið. Talan er um fimm tiltøk í tíðarskeiðinum frá 15. til 22. september.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.

 

Mikukvøldið 17. september kl. 19 verður vitjað á Sørvágs Bókasavni.

 

Skrá

Kanningar av føroyska grundvatninum

Óluva Reginsdóttir Eidesgaard, Jarðfeingi

 

Hvussu skjótt sodnast ein lús?

Ása Johannesen, Firum

 

At sigla millum skerini í heimspolitikki

Tór Marni Weihe, Fróðskaparsetrið

 

Tiltøkini eru øll almenn og ókeypis.