Stóra árliga ferðavinnuátakið VisitFaroeIslands verður fyriskipað í hesum døgum og í dag komu 50 útlendskir ferðasmiðir og umboð fyri ferðaskrivstovur til Føroyar.
Tað boðar stovnurin frá.
Endamálið við tiltakinum er at vísa luttakarunum, hvat Føroyar hava at bjóða sum ferðamál. ??
Luttakararnir eru fyritøkur, sum longu selja Føroyar og fyritøkur, sum eru áhugaðar at selja Føroyar og hava brúk fyri meira vitan um Føroyar sum ferðamál.
Tiltakið, sum hevur fingið navnið VisitFaroeIslands 2013, byrjaði við móttøku í Kirkjubø í dag og heldur fram við verkstovu og framløgum í Østrøm í morgin fríggjadagin. Leygardagin eru útferðir á skránni og flestu gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.
Tó eru tað nakrir gestir, sum hava valt at steðga eitt sindur longur fyri at síggja meira av Føroyum.
25 føroyskir ferðavinnuútbjóðarar taka lut á tiltakinum og er tiltakið eitt gott høvi hjá teimum at skapa sambond við framtíðar samstarvspartar. ? ?
VisitFaroeIslands er afturvendandi ferðavinnutiltak, sum ein samlað føroysk ferðavinna stendur aftanfyri. Ferðaráðið og Atlantsflog fegnast um undirtøkuna, ið bæði fevnir um ferðasmiðir, sum senda ferðafólk og um fyritøkur, sum arbeiða við at fyrireika fundir og ráðstevnur.
Flestu luttakararnir koma úr Danmark, Stóra Bretlandi og Italia, harumframt er luttøka úr millum øðrum Noreg, Týsklandi, Hollandi, Ísrael og USA.
Eisini Air France hevur umboð við á stevnuni at kunna seg um umstøðurnar við flogvøllin og við Føroyar sum heild.