Visjón 2015 sæð frá einum øðrum sjónarhorni

Leila Solmunde, Forkvinna í MBF
----


Arbeiðið at orða Visjón 2015 er við at koma upp undir land. Nú strategibólkarnir, ein fyri og annar eftir, leggja sínar ætlanir fram, ber til hjá almenninginum at siga sína meining á heimasíðuni hjá visjón 2015. Ymsar meiningar eru um hesa Visjónina, virðið av henni, um hon er kend av nóg nógvum føroyingum, um hon verður til nakra nyttu, ella um tað bert er tómt tos, sum liggur í hesi ætlan. Eg skal ikki gera viðmerkingar til hesi viðurskiftini, tí tað má framtíðin, saman við komandi fíggjarlógum, vísa, um meining var í ætlanini og arbeiðinum.

Sum eitt ískoyti til Visjónskjakið, vil eg sum formaður í MBF siga eitt sindur um, hvat eitt tílíkt arbeiði hevur at týða fyri ein felagsskap sum MBF og aðrar líknandi felagsskapir.

Endamálið við visjónsarbeiðinum hevur verið at gera nakrar greiðar og framsóknar ætlanir fyri Føroyar og er tað at fegnast um, tí at leggja framtíðarætlanir nógv ár fram í tíðina hevur sum heild ikki verið siðvenja í Føroyum, og enn minni á brekaðøkinum. Føroyskur politikkur hevur í alt ov stóran mun verið kendur fyri “eldsløkkjarí”.

Visjónsarbeiðið,ið MBF hevur verið partur av, hevur verið skipað við einum breiðum skara av fólki, frá fakfeløgum, stovnum, aðalráðum til áhugabólkar m.a. MBF. At fáa høvi at seta orð á ætlanir fyri framtíðina, sum politiski myndugleikin skal seta í verk komandi árini, er ikki nakað sum býðst á hvørjum degi. At ein so stór breidd av fólki, ið umboða so nógv ymisk økir, sita og tosa um felagsáhugamál og seta orð á ætlanir fyri framtíðina ger, at málini verða nógv breiðari lýst og at orðingin av framtíðarpoltikki verður meira fjøllbroytt í mun til ymiskleikarnar í samfelagnum sum heild, eisini fólk við breki.

Sjálv tilgongdin í visjónsarbeiðinum hevur eisini verið við til at fremja og menna eitt samstarv millum bólkarnar sum m.a. hevur økt um vitanarstøðið og harvið viðvirkað til, at mørk verða flutt. Eg trúgvi, at vit við hesum samstarvinum kunnu vera við til at broyta hugburð á nógvum økjum.

Nógv heimsins lond og eisini Føroyar hava í áravís roynt at brúkt “fyrimyndarreglurnar hjá ST” sum fyrimynd fyri at fáa mál, ið viðvíkja fólki við breki til at verða umfatað av øllum sektorum í samfelagnum, við tí boðskapi, at mál ið viðvíkja fólki við breki ikki bert eru Almanna og heilsumál. Arbeitt hevur verið fyri, at aðalreglan um sektorábyrgd skal verða galdandi í øllum (framkomnum) londum.

Tá MBF fekk eitt pláss í Visjónstorginum, gav tað okkum ein góðan møguleika at verða við til at seta orð á framtíðarætlanir, har fólk við breki, sum ein natúrligan part, verða tikin við í alla samfelagsliga tilrættalegging.

MBF hevur í hesum arbeiðinum haft møguleikan at siga sína hugsan um m.a skúla, útbúgving, infrakervið, arbeiðsmarknað, vælferð og nógv onnur øki.
Somuleiðis hevur tað verið eitt gott høvi hjá okkum at koma á tal við onnur, og læra aðrar bólkar at kenna. Í komandi viku koma trý mál: Tilfeingið, Arbeiðsmarknaður og Infrakervið, á skrá á Visjónstorginum. At vit verða ein partur av framtíðarætlanini fegnast vit um og halda tað verða ein sjálvsagdur rættur sum fólk við breki hava.

Eg skal nevna 2 øki, sum eru áhugaverd hjá MBF. Fyrsta skjalið er um framtíðar arbeiðsmarknað. Persónar, ið varða av arbeiðsmarknaðinum hava sett saman eina strategi um, hvussu arbeiðsmarknaðurin skal síggja út í framtíðini. Vit í MBF kunnu bert fegnast um, at aðalmálið er, at arbeiðsmarknaðurin skal verða rúmligur, har pláss verður fyri øllum fólkum, eisini fyri fólki við skerdum førleika, og at hesi eru tikin við sum ein natúrligur partur av arbeiðstakarum í Føroyum.

Hitt dømið eru ætlanirnar á økinum innan Infrakervið. Her verða fólk við skerdum førleika nevnd, og at takast skal atlit til øll, eisini fólk við skerdum førleika. Nevnt verður m.a. atkomu til skip og havnarlag, flogferðslu, tyrluflutning o.s.fr.
Hesi bæði dømini vísa, at bólkarnir hava hugsað um teirra ábyrgd á økinum, og eg loyvi mær at ivast í, um vit høvdu verið nevnd um ikki MBF royndi at sjónligera sínar trupulleikar á røttum stað, sum í hesum føri er Visjónstorgið og annars øðrum høpi.

Nú arbeiðið er við at verða liðugt, má sigast at nógv fólk hava verið virkin í hesum arbeiðinum. Fyrireikandi arbeiðið og visjónsfundirnir hava eftir mínum tykki givið feløgum, stovnum og øðrum møguleika at seta orð á, hvat ið vit ynskja skal henda í framtíðini. Ætlanir eru feldar niður á pappír, sum helst skuldi verið eitt gott arbeiðsamboð fyri framtíðarpolitikk.

Tað verður trupult at snúgva sær undan í framtíðini, tí hesi arbeiðspappírini siga greitt, hvat tað er sum skal fremjast, so eftir er bert at vita hvussu politikarar í framtíðini taka av hesi avbjóðing.
Enn eru ikki strategipappírini fyri vælferð løgd fram, men vit kenna arbeiðið sum liggur aftan fyri, og MBF fegnast um hetta arbeiðið, og tær ætlanirnar sum eru lagdar fyri brekaðøkið. Okkara vón er, at komandi fíggjarlógir og politikarar vísa viljan at fremja hesi mál tey komandi árini.