Norska kringvarpið, NRK, veit nú at siga, at yvirgangsbólkurin Khaled Abu al-Abbas tók ikki færri enn 650 gíslar, tá hann leyp á eitt gassverk í Algeria fyrradagin. Av teimum vóru 132 útlendingar.
Sambært almennum algerskum keldum slapp umleið helmingurin av gíslunum til rýmingar ella vórðu bjargaðir, tá algerski herurin søkti at yvirgangsmonnunum.
Tíðindastovan AP skrivar, at tað er framvegis ikki greitt, hvat er vorðið av 60 av teimnum útlendsku gíslunum. Teirra millum eru átta norðmenn og 10 bretar.
Sum skilst hava yvirgangsmenninir framvegis nakrar gíslar, og tað ljóðar, at teir hava vilja lata teir leysar í býti við islamistiskar fangar, sum sita í amerikonskum fongslum.