Óvist um tey sleppa at taka pengar fyri at parkera í Havn

Henrik Old fer nú at lodda dýpið í samgonguni

 

 Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, fer nú at tosa við tinglimir í samgonguni fyri at vita um undirtøku er fyri at lata kommurnar sleppa at taka pening fyri at lata bilar parkera.

 

Tað er serliga Tórshavnar býráð, sum hevur strongt á fyri at fáa eina skipan við gjaldsparkering, men higartil hevur tað ikki vunnið frama. Fyri nøkrum árum síðani var tað ein partur av ymsum broytingum, ætlanin var at gera í ferðslulógini, men politisk semja var um at taka tað burtur úr aftur. Ein orsøk var, at tað var ikki ráðiligt at leggja fleiri gjøld á fólk, helst pensjónistar. 

 

 

Les eisini: Vilja sleppa at taka pengar fyri at parkera í Havn

 

 

Men nú heitir Tórshavnar Býráð enn eina ferð á landspolitiska myndugleikan um at samtykkja eina lóg, sum gevur kommunum loyvi til at taka pengar fyri at parkera. 

 

Henrik Old sigur, at sjálvur hevur hann onga avgjørda meining um málið. Men hann minnir á, at politisk undirtøka hevur ikki verið fyri hesum. Men nú politikarar hittast aftur á ólavsøku, fer hann at lodda dýpið fyri at vita um støðan er broytt, og um undirtøka er fyri tí tí.

 

– Eg vil vita um undirtøka er fyri hesum, tí tað er endamálsleyst at fara undir at fyrireika eina slíka lógarbroyting uttan so at undirtøka er fyri tí so at hon verður samtykt, sigur landsstýrismaðurin.