Fríggjakvøldið sótu um 15.000. føroyingar spentir framman fyri sjónvarpinum og spældu Gekk. Jón Thune úr Runavík sat heima í stovuni saman við trimum vinmonnum við tveimum gekkaheftum framman fyri sær. At hann løtu seinni gjørdist hepni vinnarin, av stóra bláa gekkinum á heili 260.000 kr, kom ikki óvart á hann.
- Eg kendi á mær, at eg fór at vinna. Mamma bað meg tískil fara oman á Statoil í Saltangará at keypa gekkahefti. Eg leyp oman og náddi tað so dánt.
Sum vera man hava nógv verið hjá Jóni og forvitnast seinastu dagarnar. Serliga hava nógv fregnast um, hvat hann ætlar sær at brúka pengarnar til:
- Eg fari at brúka hvørt oyra til eini nýggj hús. Tað ræður um at seta pengarnar eitt rætt stað. Eg hevði 39 SMS og 38 ósvaraðar uppringingar, tá eg legði hornið á eftir Gekkin. Fleiri hava eisini spurt, um tey kunnu fáa nøkur prosent av vinninginum, men alt fer eftir ætlan til nýggju húsini.
Úr Kringvarpinum verður sagt, at eingin hevur vunnið eins stóran gekkavinning síðan 1998. Tá var hann á 220.000. kr.