Hondbóltur: – Passar tað? Vann Neistin?
Áðrenn nøkur samrøða við útsenda blaðmannin kundi gerast, mátti Janus Einar Sørensen vita, hvussu leikur fór í Vestmanna, og tá vissa var fingin fyri, at pláss í FM-finaluni var heima, varð eitt brøl geylað til áskoðararnar.
Og hóast møðin var stór og sveittadroparnir nógvir, tá Janus Einar skuldi taka samanum fyrstu 20 dystirnar, so var vanliga speisemi alt fyri eitt til staðar.
– Eg visti tað altíð, at vit fóru at koma í finaluna. Sjálvandi skuldu vit tað, flenti hann, áðrenn hann aftur var meira álvarsamur.
– Hetta hevur verið eitt ótrúliga løgið ár. Vit hava spælt illa til tíðir og væl til aðrar tíðir. Móti StÍF hava vit til dømis fingið bank fleiri ferðir, men í dag riggaði tað hjá okkum. Vit vistu, at vit máttu ikki kiksa í dag, og tíbetur riggaði tað.
Undan dystinum vistu tit, at tykkara støða eisini var tengd at úrslitunum í øðrum dystum. Ávirkaði hetta tykkum, tá tit fóru á vøllin?
– Tað haldi eg ikki. Sjálvandi hugsar tú um tað, men okkara partur kundi bara gerast her. Vit máttu loysa okkara uppgávu, og tað gjørdu vit tíbetur. Ikki minst í verjuni.
Og er tann verjan eisini nóg góð til at tryggja tykkum ein sigur í tveimum og kanska trimum finalum móti Neistanum?
– Tað skal hon vera. Vit fara í øllum førum út á vøllin fyri at vinna hasar finalurnar, staðfesti Janus Einar Sørensen.