Vit bjarga ongum ríkisfelagsskapi við at flyta atkvøður millum heimastýrisflokkarnar!

Vegna Javnaðarflokkin spyr Sosialurin, enn eina ferð, í oddagrein tann 26. august í ár, hví Sambandsflokkurin ikki vildi taka undir við ynski Javnaðarfloksins, um at kanna og viðgera spurningin um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya.

Javnaðarflokkurin og Sosialurin hava áður spurt og fingið greitt svar, men tað sær kortini út til, at teir framvegis eru líka tornæmir.

Lat okkum enn einaferð endurtaka, at tað er beinleiðis ósatt, tá ið Javnaðarflokkurin og Sosialurin skuldseta Sambandsflokkin fyri ikki at vilja kanna og viðgera spurningin um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya. (Sí viðmerkingar hjá Eilif Samuelsen í Dimmalætting tann 13. august í ár, sum eitt av mongum svarum til Javnaðarflokkin).

Í mong ár hevur Javnaðarflokkurin roynt at fingið Sambandsflokkin við til at strika heimastýrislógina, fyri at kunna seta eina ókenda Sjálvstýrislóg ístaðin. Men tá vit spurdu nærri um innihaldið í hesi sonevndu Sjálvstýrislóg, var sera trupult at fáa nakað ítøkiligt svar.

Nú er støðan heilt øðrvísi. Nú vita øll hvat Javnaðarflokkurin meinti við sína áður so loyndarfullu lóg. Nú ber til at taka støðu til ynski Javnaðarfloksins um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Og nú ber eisini til at samanb era ynskini hjá Javnaðarflokkinum við ynskini hjá Sambandsflokkinum.

Í dag hava vit tríggjar møguleikar at velja ímillum:


-Uppskotið hjá landsstýrinum (Høgna Hoydal), um fullveldi t.d. loysing.


-Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um eina Sjálvstýrislóg.


-Nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum, ið kann setast í verk beinan vegin.


Við hesi vitan átti høvuðsendamálið hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum at verið, at øll orka varð løgd í at forða Høgna Hoydal við síni loysingarætlan, heldur enn at tvassa í tí, sum farið er.

Vit ivast onga løtu í, at ein stórur partur av veljarum Fólkafloksins og Sjálvstýrisfloksins eru ikki so fegnir um ætlanina hjá Høgna Hoydal.

Nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum og loysingaruppskotið hjá Høgna Hoydal, liggja longst hvørt frá øðrum, meðan uppskotið hjá Javnaðarflokkinum, soleiðis sum tað er lýst í útsenda bóklinginum, liggur ræðandi nær við ynski hjá Høgna Hoydal.

Nú kann bert tíðin vísa, um tað fer at renna saman millum Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin. Ella um góða vit og skil fer at liggja fremst, við at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin læra at tosa betur saman, soleiðis at hesir samríkisflokkar, kanska saman við Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, kunnu forða Høgna Hoydal í at flyta okkum 50 ár aftur í tíðina, við at upploysa verandi ríkiseind.


Trygvi F. Guttesen