? Vit broyta als ikki sáttmálan

Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum heldur tað vera markleysan frekleika bert at hugsa um at lækka lønirnar hjá føroyskum yvirmonnum, einans tí tað hevur hilnast væl hjá teimum tey seinastu árini.

? Tá fiskiskapurin var vánaligur, tá lógu yvirmennirnir eisini niðri á minstuløn. Nú er fiskiskapurin góður, og tískil er inntøkan hjá yvirmonnunum eisini vorðin betri. Men fyri tað, at fiskiskapurin er vorðin betri, skal lønin hjá yvirmonnunum ikki lækka. Tað kunnu vit als ikki góðtaka, sigur formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, Ellindur Abrahamsen.

Ellindur Abrahamsen heldur tað vera undarligt, at sáttmálin skal broytast, bert tí tað gongur væl í løtuni. Og vísir hann á, at línusáttmálin, ið Reiðarafelagið leggur seg mest eftir at broyta, hevur virkað av tí allarbesta í tredivu ár.


Høvuðssáttmálin

skeivt tulkaður

Ellindur Abrahamsen sigur, at tað er rætt, tá Jákup Sólstein sigur, at høvuðssáttmálin millum Reiðarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið í heilum verður skeivt tulkaður. Men hann heldur ikki, at tað er Skipara- og Navigatørfelagið, ið tulkar sáttmálan skeivt.

? Vit halda tað tó vera skeivt av Reiðarafelagnum at byrja at kjakast um viðurskiftini í høvuðssáttmálanum, áðrenn tey eru avkláraði í rættinum. Men tað ber ikki til, at yvirmenn knappliga onga uppsagnartíð skulu hava longur, tá vit fyrr - eftir sama sáttmála - hava havt uppsagnartíð.


Vamlisligt

? Reiðarafelagið má duga at síggja, at fiskiskapurin og fiskaprísirnir hava verið góðir í seinastuni, og tískil er lønin hjá fiskimonnum hækkað samsvarandi, sigur formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, Ellindur Abrahamsen. Hann sigur víðari, at hann heldur tað beinleiðis vera vamlisligt av Reiðarafelagnum at byrja at tosa um at lækka lønina hjá yvirmonnunum í føroyska fiskiflotanum.

Ellindur Abrahamsen ivast í, um reiðarar yvirhøvur ganga inn fyri ætlanum Reiðarafelagsins. Hann sigur, at hann hevur tosað við onkran reiðara, ið als ikki gonur inn fyri at lækka lønirnar hjá yvirmonnunum. ? Hesin reiðarin sigur, at um lønirnar hjá yvirmonnunum lækka, er úrslitið tað, at fólkið rýmir. Og førir hetta við sær, at reiðarin stendur eftir við einum dýrum skipi, ið hann als ikki fær mannað, og tá er einki vunnið greiðir Ellindur Abrahamsen frá.


Leingjast eitt ár

Ellindur Abrahamsen sigur, at Skipara- og Navigatørfelagið mælir til, at hildið verður fram við verandi sáttmála í eitt ár afturat, meðan viðurskiftini millum Reiðarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið verða fingin í rættlag. Hann sigur, at livast kann als ikki við, at sáttmálin allatíðina verður tulkaður skeivt, og mælir tískil til, at rættlag verður fingið á hesi viðurskifti í komandi ári.