Neyðhjálp
Ragnhild Elligsgaard
Klaksvík:
Erna Torleifsdóttir Sigurðsson er 23 ára gomul og búsitandi í Klaksvík. Hon starvast dagliga í mótahandlinum Total og Norðfashion, sum selur mótaklæðir til ung og eldri. Eitt starv og eitt umhvørvið, sum liggur langt frá umhvørvinum hjá teim fátøku, sum eru at finna aðrastaðni í heiminum.
Men tó, hesi liggja ikki langt frá hjartanum hjá Ernu.
Síðst í mars mánaða fór hon, saman við øðrum, ein túr til Rumenia við neyðhjálp til tey fátøku har á staðnum. Ein túrur, sum lærdi Ernu, at vit her heima á klettunum eiga at verða meir takksom fyri alt tað, ið vit hava rundan um okkum.
Sum ein familja
Erna var til arbeiðis í handlinum, tá ein genta kom inn á gátt, sum júst var afturkomin frá Rumenia. Erna hevði fyrr hoyrt um hesar túrarnar, sum Absalon Matras skipar fyri, men tankin um sjálv at fara hevði ongantíð sligið hana.
- Hendan gentan fortaldi so livandi um alt, ið hon hevði upplivað á túrinum. Og knappliga hugsaði eg: "Har má eg fara", greiðir Erna frá.
Hon tosaði við systkinabarn sítt, 19 ára gomlu Elsubeth Danielsen, og hon var eisini beinanvegin til dystin fús.
Síðani ringdu tær til Absalon, sum júst var farin í gongd við at skipa fyri sínum 22. túri til Rumenia, men hann kundi ikki geva teimum eitt heilt greitt svar um, hvørt tær sloppu við ella ikki.
- Vit tosaðu saman fleiri ferðir, men alla tíðina var ein óvissa har, fortelur Erna.
Til endans avgjørdu tær báðar systkinabørnini, at peningurin heldur skuldi nýtast til ein feriutúr suðureftir. Men júst sum tær høvdu tikið hesa avgerð, ringdi Absalon og segði, at pláss hóast alt var fyri teimum báðum gentunum á túrinum.
Tann 28. mars fóru tær báðar so avstað til Rumenia. Við í ferðalagnum vóru eisini Absalon Matras og tvey onnur mannfólk.
- Vit sigldu fyrst við Norrønu til Danmarkar, og síðan koyrdu vit við einum bussi til Rumenia. Túrurin gekk yvir Týskaland, Eysturríki og Ungarn, og tók hann eini trý døgn, greiðir Erna frá.
Men hóast bussferðin var long, so keddu tey fimm seg ikki á túrinum.
- Nei, heldur mótsatt, smílist Erna.
- Vit gjørdust øll sera væl beinanvegin, og prátaðu óvanliga gott saman. Vit kendu okkum sum eina familju, sigur hon.
Brølan og rópan
Komin til býin Timisoara í Rumenia vórðu tey innkvarteraði hjá eini íslendskari familju, sum búðu á einum missiónshúsi. Í hesum húsum hevði familjan trúboðaravirksemið sítt, og nakrar ferður um vikuna vóru møtir eisini á skránni.
- Í byrjanini kendu vit okkum ikki so vælkomin, og vóru vit fyri tað mesta úti í bussinum, sum var parkeraður uttanfyri húsini, greiðir Erna frá.
Men Absalon tosaði við fólkini, og eftir hetta lagaði alt seg skjótt til tað betra.
Tó kendi Erna seg ikki heilt trygga hjá hesum fólkunum.
- Tey vóru stak fitt, tað var ikki tað, sigur hon.
- Men eg visti einki um tey áðrenn, og knappliga ein dagin hoyrdi eg brølan og rópan frá møtirúminum. Eg gjørdist rættiliga kløkk, tí tað nærmasta, eg nakrantíð havi verið nakrari tungutali av nøkrum slag, er tá onkur prestur hevur messað í onkrari kirkju, greiðir hon frá.
Hon fór saman við Elsubeth út í gongina at vita, hvat hetta var fyri nakað, og saman komu tær fram til, at eitt møti varð hildið í møtisalinum, har fólk talaðu í tungum.
- Eg helt hetta vera stak óhugnaligt. Eg ivaðist ikki í, at tey róku út illar andar ella okkurt líknandi, sigur Erna.
Men hóast Erna gjørdist illa við av hesi uppliving, so vóru tey búgvandi hjá familjuni alla ferðina. Og sum vit skilja á Ernu, so var tað ikki so heilt galið kortini.
Absalon væl dámdur
Endamálið við túrinum var at geva teim fátøku í Timisoara ta neyðhjálpina, sum tey høvdu við úr Føroyum.
Timisoara er við sínum 450.000 íbúgvum næststørsti býur í Rumenia, og fleiri av hesum íbúgvum liva á fátækramarkinum. Harav er eisini hópurin av heimleysum gøtubørnum at síggja allastaðni í býnum.
Absalon Matras hevur gjørt fleiri túrar til hendan býin, har hann plagar at býta klæðir, innbúgv og annað út til tey fátæku.
Á hesum túrinum høvdu tey heili 4 tons av neyðhjálp við sær. Hetta var fyri tað mesta klæðir, barnavognar og sengur, sum Absalon hevði innsavnað í Føroyum.
Tann fyrsta dagin í Timisoara koyrdi føroyska ferðaliðið við bussinum út til eitt minni stað, har tey handaðu hesi 4 tonsini víðari til nøkur onnur fólk, sum síðan býttu tað út millum tey fátæku.
- Tað sást væl, at Absalon var kendur millum fólkini har. Líkamikið, hvar vit fóru, so varð hann heilsaður við mussum og klemmum, greiðir Erna frá.
Og at gleðin var stór millum tey fátæku, legði Erna eisini merki til.
- Vit sóu jólaljós í eygunum hjá øllum teimum, sum fingu okkurt. Tey løgdu einki í, um klæðini ikki passaðu ella vóru eitt sindur slitin. Tey hava einki, og tí er alt ein stór gáva hjá teimum, fortelur hon.
Eisini fingu tey pakkar frá ymsum familjum, sum tey so skuldu geva víðari til kenningar í Føroyum.
- Nógv høvdu familju, sum á ein ella annan hátt vóru búsett í Føroyum. Til dømis hittu vit ein drong, sum hevur gentu í Vágunum, greiðir Erna frá.
Mugu virðismeta Føroyar
Alla staðni á túrinum møttu tey stórum fátækradømi. Heimleys børn uttan mat og klæðir gingu úti á gøtunum, og tey flokkaðust um hesar fimm føroyingarnar.
- Tað var ræðuligt at síggja, hvat tað er fyri eitt lív, ið tey liva, sigur Erna.
Ein dagin hittu tey ein 19 ára gamlan drong, sum stóð og sniffaði lím, og serliga henda uppliving hevur sett seg fasta hjá Ernu.
- Hann sá so vesaligur út, og vit vórðu øll samd í, at hesin drongur ikki hevði nógv eftir av lívi sínum. Og hann hevur verið í tonkum mínum hvønn dag, síðani eg kom heim, greiðir hon frá.
Føroyska ferðalagið plagdi eisini at fara inn á McDonald at keypa sær okkurt at eta, men eisini har flokkaðust gøtubørnini rundan um tey.
- Á hvørjum matstaði gingu vaktir runt, hvørs uppgáva einans var at reka hesi gøtubørn út. Men hóast teir ansaðu væl eftir, so dugdu børnini óføra væl at sníkja seg inn, uttan at nakar sá. Og so skundaðu tey sær at tøma restirnar, sum fólk lótu standa eftir seg, fortelur Erna.
Komin heim aftur hevur Erna gjørt sær nógvar tankar um alt tað ríkidømi, ið vit hvønn dag eru umgyrd av í Føroyum.
Hon heldur, at vit áttu at verið meiri takksom fyri alt tað, ið vit hvønn dag njóta.
- Til dømis var eg øgiliga kræsin viðvíkjandi mati, áðrenn eg fór. Tað er heilt broytt nú. Nú eti eg tað, sum verður sett á borðið, greiðir hon frá.
Eisini sigur hon, at túrurin hevur lært hana at virðismeta lívið her heima á klettunum.
- Í veruleikanum haldi eg, at øll sum hava nokk av øllum, burdu farið ein slíkan túr, endar Erna Torleifsdóttir Sigurðsdóttir samrøðuna við Sosialin.