- Vit eiga áirnar

VATNORKA - Tað hevur verið ótrúligt at síggja, hvussu fólk úr øllum landinum hava tikið undir við okkara mótmæli, sigur selatraðmaðurin, Jákup Weihe av Selatrað. Hann var ein av forsprákarunum ímóti ætlanini hjá Sev at taka seks áir í bygdini til vatnorku. - Eg tori at siga næstan 100 prosent, at hetta er fyrstu ferð at bygdin hevur staðið saman um eina sak. Áirnar eru okkara!

Selatrað: - Bara á Signabø fingu vit so nógvar sum 60 undirskriftir, vísir Jákup á.

Bygdarfólkið á Selatrað vóru fullgreið um, at varð ikki okkurt munagott gjørt, so hvurvu tær seinastu seks áirnar í bygdini - Gjógvará, Breiðá, Mittúnsá, Bøá, Svartá og tann so nógv umrødda Sandá, ið rennur oman gjøgnum bygdina.

Saman við góðum fólki varð ein kampanja sett í verk til tess at forða Sev í at fremja ætlan sína. Orkufelagsskapurin hevði søkt Sjóvar kommunu um loyvi at fremja hesa ætlan, men hesum ynsktu fólk at vísa sína misnøgd við á ymiskan hátt.

Ein kunnandi fundur sum Sjóvar kommuna skipaði fyri, vísti greitt hugsanina hjá bygdarfólkinum. Ein bólkur varð stovnaður á Facebook, eins og eitt mótmælisskriv varð lagt út í handlar og aðrastaðni.

Bara á Facebook hava omanfyri 3000 fólk stuðlað fólkinum á Selatrað í ynskinum umat varðveita áirnar, eins og 200 onnur hava skrivað teldupost til Jákup við sama innihaldi.

- Jú, tað hevur verið stuttligt at uppliva stuðulin sum vit hava fingið, sigur Jákup, og vísir brosandi til eina av yvirskriftunum í miðlunum: "Selatrað vann á Sev". 



BEVÍST

- Fólk í dag eru nógv meiri bevíst enn áður um týdningin av at varðveita náttúruna. Eg trúgvi tí, at alt tosið um grøna orku, eisini hevur fingið nógv fólk at skriva undir mótmælið, sigur Jákup Weihe. Aftanfyri hann er Sandá, sum er ein perla í Selatrað