- Ein rættiliga stórur partur av fatanini av høvuðsstaðnum og fólkinum her byggir á fordómar og endaleyst endurtiknar pástandir.
Tað sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, nú nógv fokus á ymiskan hátt hevur verið á høvuðsstaðin seinastu tíðina, eitt nú í samband við Eysturoyartunnilin og almennu stovnarnar í Havn.
- Fyrst mugu vit staðfesta, at Havnin ikki bara er ein býur sum aðrir býir, men hon er okkara høvuðsstaður við teimum rættiliga stóru skyldum, sum tað áliggja okkum.
Annika Olsen vísir á, at Havnin hevur høvuðsstaðarskyldur, og Havnin lyftir fleiri landsuppgávur, men hon leggur samstundis dent á, at øll eiga Havnina, eisini klaksvíkingar og eysturoyingar.
- Tingfólk eiga at vita, at meginparturin av verandi havnarfólki eru bygdarfólk av uppruna. Tey eiga at vita, at fiskivinna er ein integreraður partur av undirvísingini í framhaldsdeildini í Havn.
Borgarstjórin sigur, at eitt nú verður skipað fyri regluligum fiskikappingum millum skúlarnar við Westward Ho, og Nám X eigur egnan útróðrarbát.
- Her eru eisini børn, sum eru uppvaksin við fiskatorginum í Vágsbotni og Eystaru Bryggju, og eg ivist í, um fólk nakrastaðni í landinum eru so røsk at fara á flot, sum akkurát í Havn, og haraftrat hevur høvuðsstaðurin Sjósavn.
Annika Olsen heldur, at fólk eiga ikki at gloyma, at høvuðsstaðurin eigur størsta landbúnaðarøki í landinum, og í Havn eru eisini fleiri enn hundrað træðir.
- So, havnarfólk eru helst tey raskastu í landinum at velta og eru ófør innan gásar-og seyðahald. Gamli havnarmaðurin hevur bæði bát og stóran hjall, og hann gongur í grind, sigur borgarstjórin.