? Vit eiga sum skjótast at fyrireika okkum mentanarliga til oljuvinnu

- Vit føroyingar kunnu avgjørt læra nógv av upprunafólkunum í Alaska og teirra royndum við oljuvinnu, tá talan er um mentan, útbúgving og búskap sigur Jóannes Dalsgaard, stjóri fyri Mentamáladeildini. Hann var saman við 16 øðrum føroyingum á rannsóknarferð í Alaska herfyri. Vitjanin varð fyriskipað av Texaco-samtakinum, ið fevnir um oljufeløgini Texaco, Conoco, Arco og Murphy.

Tað hevur fleiri ferðir í orðaskiftinum um eina kom

andi føroyska oljuvinnu verið víst á, at hetta snýr seg ikki bert um jarðfrøði, boripallar og pengar, men so sanniliga eisini um menniskju og mentan, og harvið eisini um ta ávirkan henda vinna fer at hava samfelagið sum heild.

Ein av orsøkunum til at bjóða einum so breiðum og fjølbroyttum ferðalag umboðandi bæði politikarar, embætisfólk, vinnulívsfólk, umboð fyri mentanarstovnar o.o. á kunningarferð í Alaska herfyri, var tí nettupp fyri at síggja, hvussu oljan hevur ávirkað eitt samfelag og eitt fólk í mest sum øllum liðum.

Jóannes Dalsgaard starvast sum stjóri í Mentamálastýrinum og hevur hann harvið ein týðandi leiklut í arbeiðinum at tilrættaleggja og fyrireika Føroyar og føroyingar til ta nýggju vinnuna, oljuvinnuna.

Tað var tí rættiliga náttúrligt, nettupp út frá einum mentanarligum sjónarmiði, at hann taldist millum teir 16 føroyingarnar, sum í farna mánað vitjaðu Alaska - sum gestir hjá Texaco-samtakinum, ið fevnir um oljufeløgini Texaco, Conoco, Arco og Murphy.

Jóannes Dalsgaard er sera fegin um at hava upplivað Alaska, og hann ivast ikki í, at vitjanin hevur givið luttakarunum nógv at hugsa um, nú eisini vit í Føroyum ætla okkum í gongd við oljuvinnu. Sjálvur heldur hann, at tað hevur alstóran týdning, at tann mentanarligi og tann menniskjansligi parturin verður tikin við, tá farið verður at leggja til rættis ein útvikling á oljuøkinum.

?Eg haldi hetta hevur stóran týdning. Tí tá oljuídnaðurin kemur til eitt samfelag, so fær hesin ídnaðurin ikki bara búskaparligan týdning, men hann fær eisini ómetaliga stórar mentanarligar og sosialar avleiðingar. Tí eiga okkara politikarar, embætisverk og planleggjarar eisini beinanvegin nú at sett seg niður og analyserað júst hvørja ávirkan oljan kann fáa á mentan og alment lív í Føroyum.

Jóannes Dalsgaard heldur tað hevur verið sera lærandi og upplýsandi at hava verið í Alaska og sæð, hvussu oljan hevur ávirkað samfelagið har og eisini, hvussu hon ikki hevur ávirkað.

?Vit tosaðu við fólk um, hvussu tey hava klárað ta avbjóðingina og hvønn politikk man hevur orðað, soleiðis at upprunafólkini og teirra mentan ikki skuldu taka skaða, umframt at umhvørvið heldur ikki skuldi verða skaðað.

Jóannes Dalsgaard heldur fyri, at tá vit tosa um umhvørvið og eina oljuvinnu, so snýr tað seg oftast um tað fysiska umhvørvið. Vit gloyma, at tað snýr seg eisini um tað menniskjansliga umhvørvið, mentan, útbúgving og sosialpolitikk, um arbeiðslív, um hvussu oljuídnaðurin ávirkar gerandisdagin hjá fólki osfr. Hann legggur afturat, at við útbúgving eiga vit eisini at hugsa um eitt nógv breiðari útbúgvingarhugtak, enn vit hugsa um í dag. Oljuídnaðurin er ein so stór tøknilig, búskaparlig, sosial og mentanarlig kolvelting fyri eitt lítið samfelag, at vit í roynd og veru áttu at útbúgvið ella kanska beinari at fyrireikað alt fólkið til hesa nýggju støðu. Nú hava vit eina útbúgvingarpolitiska nevnd og Jóannes ivast ikki í, at nevndin tekur hædd fyri hesum fyrilitum.

?Hvat nú um vit fáa eina velduga búskaparliga framgongd, og prísirnir samtíðis hækka ógvusliga, at vanligi borgarin ikki hevur ráð til nakað? Tá kann ein við røttum spyrja, hvat er vunnið.

Jóannes Dalsgaard heldur, at tað eru so mong viðurskifti, sum vit als ikki hava hugsað um í øllum oljuorðaskiftinum, sum hann heldur er ov eintáttað.

- Vit hava mestsum bara hugsað um arbeiði, tøkni og skattainntøkur og hava als ikki givið okkum far um, at tað er ein long røð av øðrum spurningum, sum mugu greiðast og lýsast og sum vit megu finnar loysnir fyri, áðrenn oljan kemur, tí - tá oljan er komin, tá er tað ov seint at fara at hugsa um hetta.

Og tað er m.a. júst í hesum sambandi, at stjórin í Mentamáladeildini sær ein møguleika hjá okkum at kunna læra heilt nógv av eitt nú upprunafólkinum í Alaska, sum m.a. settu sær fyri, at tey skuldu hava vinningin av øllum tænastuveitingum til oljuídnaðin.

Og tað heldur Jóannes Dalsgaard, at tey hava dugað sera væl, soleiðis at tað í dag eru nøkur vinnufeløg, sum so at siga sita á øllum tænastuídnaðinum til oljufeløgini. Tað eru samfeløgini sum kollektivt eiga hesi partafeløgini. Í dag arbeiða nógv fleiri fólk í hesi vinnu enn tað arbeiða í sjálvum oljuídnaðinum. Tvs. at tað eru upprunafólkini, inuittar og indianarar, sum eiga øll feløgini, ið servicera oljuídnaðin.

? Tey hava lært hetta og nú duga tey hetta, men tað er eisini hepnast, tí stjórnin hevur stuðlað hesi gongd og hevur sett oljufeløgunum nakrar treytir.

Og oljufeløgini hava skilt, at tað var klókur politikkur at ganga inn fyri teimum treytunum, sum skuldu tryggja, at oljuídnaðurin kemur fólkinum á staðnum til góðar. Tað haldi eg er ómetaliga áhugavert, og so gott hevur tað gingið, at nú eru fólkini eisini farin at gera íløgur í líknandi vinnur í Mexico og Spania. Alt hetta gevur upprunafólkinum áræði, sjálvsálit, ein sterkan samleika, bjartskygni og trúgv á framtíðini. Jóannes heldur tað vera sera áhugavert, at staturin Alaska í roynd og veru hevur rikið ein vinnu- og økismenningarpolitikk, sum minnir um tann politikk, ið var rikin í Føroyum, tá vit fingu línubátarnar og flakavirkini. Hesar fyritøkur vóru í stóran mun bygdafyritøkur, stuðlaðar av einum virknum politikki, ið hevði til endamáls at spjaða ognarrættin til vinnutólini út á lokalsamfeløgini. Við øðrum orðum høvdu vit ein hálvsosialistiskan politikk hesi árini. At hesin politikkur kollsigldi seinni var ikki lokalsamfeløgunum fyri at lasta, men komst hetta av broyttum ytri fortreytum og einum avlagaðum stuðulspolitikki. Slíkum eru tey í Alaska higartil sloppin undan.


Lærdómur

Øll Alaskavitjanin var ein lærdómur og heldur Jóannes Dalsgaard, at alt føroyska ferðalagið fekk so mikið nógv burtur úr, at vitanin frá túrinum vónandi kann koma at gagna tí útviklingi, sum skal fara fram í næstum. Men hetta krevur, at orðaskifti fær eitt annað innihald enn higartil, og at politikkararnir læra seg at »hoyra grasið grógva«. Tað er tað higartil lítið, sum bendir á. Men hetta kann fara at broytast, og enn er ikki ov seint.

Jóannes Dalsgaard dylur ikki fyri, at vitjanin í inuittbýinum Barrow við Beauforthavið í Norðuralaska var ein tann mest áhugaverdi parturin av túrinum. Tað gjørdi eitt sera stórt inntrykk at møta fólkinum har, tí tey vóru so tilvitandi um sína egnu støðu. Tey vóru sera greið yvir vandar og fyrimunir við oljuídnaðinum. Tey vóru tilreiðar at seta oljufeløgunum harðar treytir og ætlaðu ikki at lata seg »sníta«fleiri ferðir av teimum hvítu.

Jóannes Dalsgaard heldur tað vera áhugavert at síggja, hvussu hesi fólkini vóru komin eftir at kunna varðveita sína mentan og at hava ein nútímans oljuídnað til granna.

?Hetta krevur ein ómetaliga stóran innsats frá upprunafólkinum.Tað krevur, at fólkið er væl skipað og væl útbúgvið og hevur eitt mál tvs. hvat ein vil í mun til oljufeløgini og ikki minst - at ein hevur eina strategi tilreiðar, áðrenn oljufeløgini koma. Tað dugdu hesi fólkini, tí tey høvdu havt so nógvar negativar royndir av tí hvíta manninum. Tey høvdu verið gjøgnum ta fyrstu oljuøldina, tá hvíti maðurin kom eftir hvalaoljuni. Hesar royndir kundu tey so byggja á og kundu siga, at hesaferð skuldu tey hava avgerðina og ikki hvíti maðurin.

Jóannes leggur tó aftrat, at ein undir vitjanini í Barrow kundi merkja ein ávísan ótta fyri framtíðini, nú oljufeløgini aftur skuldu til at bora eftir olju í umráðum, sum vóru tættari at bygdum økjum og fólkinum og teirra lívsgrundarlag. Ein hevði varhugan av einum fjaldum ótta fyri tí degi, tá ið samveldisstjórn, statstjórnin og oljufeløgini ikki fóru at vera eins fyrikomandi mótvegis lokalsamfelagnum og í dag. Og hvat fer at henda, tá oljan ikki longur rennur? Hvussu tryggir eru stuðlarnir tá undir teirra lívsgrundarlagi? Jú ein kundi fingið langa tíð at gingið við at tosa við hesi klóku og høgtmentaðu fólk í Barrow, heldur Jóannes, ið sum kunnugt er doktari í søgu og sum hevur granskað søguna hjá upprunatjóðum í Norðuri.

Jóannes Dalsgaard gjørdist ikki sørt hugtikin av fólkinum í Barrow, sum legði so stóran dent á at geva børnunum, ungum og tilkomnum eina høga útbúgving. Á Fróðskaparsetrinum í Barrow høvdu tey langt síðan fingið fjarundirvísing og tilkomin fólk í hópatali lósu á fjarskotnum lærdómsstovnum, hóast tey bókstavliga búgva á heimsins enda. Vit fara fyrst nú at gera royndir við fjarundirvísing um alnetið leggur Jóannes afturat.

Jóannes nevnir eisini mentanarhúsið í Barrow, sum lokalmyndugleikar hava bygt. Húsið er fíggjað við inntøkum frá oljuídnaðinum, fyrst og fresmt ognarskatti á oljuuútgerð. Húsið er eitt arkitektoniskt undurverk. Minnir um mentanarhúsið Katuaq í Nuuk, men nógv meira funktionellt. Húsið var fastbygt í langhús við eldraíbúðum og eldrasambýlum. Frá húsunum hjá teimum gomlu var gongt innandura til mentanarhúsið, har verkstaðir og onnur rúm vóru. Her kundu ung læra at fletta kóp, skera hval upp, garva skinn, seyma tjóðbúnar o.m.a. Tey gomlu høvdu til frægd at læra tey ungu hesi kynstur, ið vóru um at hvørva. Sjálvsagt lærdu tey ungu eisini at kvøða og leika á trummu, eins og tey gomlu søgdu frá søgum og sagnum. Eisini vóru í húsinum pallar og studiu, bókasøvn og listasøvn, leikpallur og stórur leikhússalur. Alt, ið fór fram í húsinum, var sent beinleiðis í sjónvarpi á fleiri rásum, so upprunafólk og onnur áhuga um alt land inuitta kundu fylgja við øllum, ið fyrifórst í mentanarhúsinum. At enda nevnir Jóannes, at á mentanarhúsinum var høgt torn ? tornið á heimsins enda. Her hildu menn útkikk eftir hvali á vári og heysti, tá ið hvalur ferðast eystur og vestur fram við norðurstrond Alaska.


Ikki bert arbeiði og pengar

Hvørja niðurstøðu er Jóannes Dalsgaard so komin heimaftur við til sín arbeiðsgevara, mentamálaráðharran og annars alt Føroya fólk?

? At oljan snýr seg ikki bara um pengar og arbeiðspláss. At oljuídnaðurin ávirkar alt samfelagið, og tí má alt samfelagið sum tað er fyrireika seg til oljuídnaðin. At hesin ídnaðurin hevur stóra ávirkan á mentan og samfelagslívið sum heild, og at man má fyrireika seg til at skilja, hvat tað er, sum kemur.

Jóannes Dalsgaard heldur ikki vit í Føroyum eru nóg væl fyrireikað til at taka ímóti eini stórari oljuvinnu.

?Vit eru nokk rímuliga væl fyrireikað innan fyri ávís øki sum so umhvørvisøkið, men innan mentanar- og sosiala økið haldi eg ikki vit eru fyrireikað yvirhøvur.

Men tað er ikki ov seint. Sjálvur fari eg saman við starvsfólki í Undirvísingar- og mentamalástýrinum at gera eina frágreiðing við einum tilmæli til landsstýrismannin saman við einum lista yvir tiltøk, sum hava týdning fyri okkara mentan, og sum eiga at verða sett í verk.


Veiðumannasamfeløg

Hví fara til Alaska at kunna okkum við oljuvinnu, tá vit hava grannalond sum Noreg og Bretland, ið hava stórar traditiónir á oljuøkinum?

?Sjálvandi skulu vit eisini kunna okkum við viðurskiftini í hesum londum. Tey eru bæði gomul ídnaðarsamfeløg. Víst eru Føroyar eitt ídnaðarsamfelag, men okkara ídnaður hevur verið merktur av, at hetta hevur verið ein fiskivinna. Okkara samfelag er blandað, tvs. eitt ídnaðar- og veiðusamfelag. Við at fara til Alaska kunnu vit síggja, hvussu oljuídnaðurin ávirkar eitt fiskimanna- og veiðumannasamfelag. Eitt samfelag, sum burturav er grundað á fiskivinnu og veiðu. Og eitt samfelag við eini sterkari og gamlari mentan.

Víðari sigur hann, at har kunnu vit eygleiða eitt viðbrekið samfelag við einum lítlum fólkatali, síggja ávirkanina og reaktiónina hjá fólki, og vit kunnu leggja okkum tey ymsu sjónarmiðini í geyma, við tað, at tað í Alaska búgva fleiri ymisk upprunafólk og so tann hvíti maðurin. Har eru fleiri ymiskar mentanir. Á oljuøkinum er tað mentanin hjá einum lítlum og fátaldum fólki, sum møtir oljuídnaðinum. Hvussu bera oljufeløginini seg at mótvegis hesum smáu tjóðunum við eini sera sterkari mentan? Hava tey virðing fyri fólki og mentan ella ikki? Hava tey fyrilit ella ikki? Hvussu bera tey seg at og hvørji fyrilit hava feløgini og hvørji hava tey ikki.

Hann leggur aftrat, at vit hava sæð eitt samfelag, sum er sera vakið mótvegis oljufeløgunum og setir teimum strangar treytir, tá tað snýr seg um mentan og umhvørvi. Vit hittu eitt fólk, ið setti sína lagnu og síni áhugamál fram um oljufeløgini. Men upprunafólkið í Norðuramerika hevur eisini gingið í harðan skúla leggur Jóannes afturat, so tað er einki løgið í hesum.

Jóannes Dalsgaard heldur eisini ein týðandi partur av niðurstøðuni er Júst politikkurin mótvegis upprunafólkunum sum tykist í samljóðið við politikkin hjá upprunafólkunum: menningin skal verða eftir teirra fortreytum, og tey skulu hava allar fyrimunir av øllum tænastuveitingum Tað er har teir stóru pengarnir eru at vinna. Statstjórnin í Juneau og lokalir demokratiskt valdir myndugleikar tykjast draga eina línu í hesum spurningi. Hetta er tó neyvan galdandi fyri stjórnina í Washington, ið tykist at hava ein annan hugburð bæði til upprunafólk og til statsstjórnina í Alaska.


Føroyar og arktiska økið

-Nú hevur tú sjálvur ferðast nógv í tí arktiska økinum, bæði í Grønlandi, Finnlandi, Noregi, Kanada og nú í Alaska og havt møguleika at læra hesar tjóðir og teirra mentan og lívs at kenna. Hvussu týdningarmikið heldur tú sambandið millum føroyingar og hesi fólk er og ikki minst, hvønn týdning hevur tað fyri eitt nú eina framtíðar oljumenning her hjá okkum í framtíðini?

?Tað er so ómetaliga týdningarmikið fyri okkum at hava samband við tað arktiska økið, tí vit eru ein partur av tí norðara partinum av Norðurhálvuni. Føroyar eru bundnar at fysiska, politiska og búskaparliga umhvørvinum í hesum norðara partinum av heiminum. Fólkini, ið her búgva, eru sera tilvitandi um sítt umhvørvi og sína mentan, og tey eru eisini sera tilvitandi um, at vit øll, sum búgva her norðuri, líkasum hoyra til eitt felags umhvørvis- og áhugaøki. Vit hava so nógv í felag, tá tað snýr seg um umhvørvi, mentan og vinnu. Vit eru fullkomiliga heft at einum reinum havi og landi. Okkara umhvørvi er sterkt ávirkað av viðurskiftum, sum henda sunnan fyri, í teimum stóru ídnaðarøkjunum.

Jóannes Dalsgaard heldur sjálvur, at vit føroyingar gera alt ov lítið fyri at sýna áhuga fyri fólkunum, sum liva kring pólkringin.

Uppá fyrispurning hví hetta er so, sigur hann, at vit hyggja meira suðureftir. Vit eru sera fikserað uppá okkara marknaðir. Vit hava lyndi til at definera okkum sum einans eitt ídnaðarfólk og ikki sum eitt veiðufólk. Vit hava lyndi til at seta mark millum okkum, sum eru eitt ídnaðarfólk og tey, sum vit uppfata sum eitt veiðufólk. Og tað er eitt mistak, tí vit eru bæði eitt ídnaðarfólk og eitt veiðu-fólk.

?Tað var tí eisini júst hetta, sum hugtók meg so nógv, tá vit vitjaðu fólkið har norðuri: at tey hava viljan til, og at tey megna at varðveita eina veiðumentan í einum nútímans ídnaðarsamfelag. Og so ikki minst at tey nú av fullum huga virka fyri at varðveita og endurskapa upprunamálini, at endurskapa virðingina fyri upprunamálunum og tí skaldskapi, ið finst á teimum ymsu upprunamálunum í Alaska.

Tá um veiðmentanina ræður, so hava vit sjálv jú roynt hetta sama við at varðveita okkara grindadráp og okkara fuglaveiðu, samtíðis sum vit liva í einum nútímans samfelag.

?Hvat vil tú so mæla okkum til á hesum økinum?

?Vit eru so smátt við at koma uppí tað arktiska samstarvið. Tað er eitt ómetaliga stórt framstig, at vit eru komin upp í tað Arktiska Ráðið. Har skuldu vit verið komin fyri langari tíð síðani. Men nú er at hyggja frameftir. Vit eiga at brúka nógva orku til hetta arbeiði og vera virkin har og ikki lata pallin og alt initiativ til tey stóru londini, USA, Rusland, Noreg og Ísland. Vit skulu fara virkin inn í samstarvið, tí eisini tær smáu tjóðirnar, sum luttaka í hesum samarbeiðinum, hava brúk fyri, at Føroyar eru við eins og vit hava brúk fyri teimum. Tað er ikki støddin, sum telur. Tað er harafturímóti tað tú sigur og ger, sum telur, tá tú er í tí samstarvinum. Men nú fer løgmaður á fund í arktiska ráðnum og hetta er sera gott og sera týdningarmikið. Uppá longri sikt fer hetta samstarv at fáa alt meira týdning fyri tjóðirnar fyri norðan.

?Tvs. at í tí samstarvinum kunnu vit føroyingar, hóast vit eru smáir, væl kennast stórir?

?Avgjørt, tí vit koma við eini ómetaligari vitan um havið og samspælið millum havið og menniskjansligt virksemi og eisini ta ávirkan, sum menniskjað hevur á náttúruna. Vit koma við teimum royndum vit hava av 100 ára stremban eftir at varðveita okkara mál og mentan. Og vit koma eisini við nøkrum politiskum royndum frá 50 ára sjálvstýri í einum samríki á veg ímóti fullveldi. So har hava vit nakað at geva og eisini nakað at læra.

Jóannes Dalsgaard, sum altíð hevur havt stóran áhuga fyri fólkunum á norðaru hálvu, inuittum og indianum og hevur ferðast nógv millum hesar tjóðir, sigur seg vera djúpt hugtiknan av fólkum, sum liva á markinum millum, hvar tað er møguligt og ómøguligt at liva.

?Vit hava havt nakað av tí sama í Føroyum. Okkara tjóð hevur mangan livað á markinum millum tað, sum var møguligt og ómøguligt. Einaferð var okkara mál um at hvørva. Vit hava havt tíðarskeið í Føroya søgu, har tað næstan ikki hevur borið til at liva her. Vit hava ligið lágt búskaparliga, tá alt støðið rapaði í senn: fiskur, grind, fuglur, seyður men vit altíð fóta okkum Vit hava í øldir verið fullkomiliga heft at, at okkara forfedrar megnaðu at røkja hav, haga og bjørg við hógv og eyga fyri javnvágini. Tað var eingin annar, sum kom og hjálpti okkum. So tað er kanska ikki so stórur munur. Hóast vit allar munur av geografiskum og etniskum slagi hava vit havt rættiliga líkar fortreytir, tá vit hugsa um vinnu, búskap og mentan. Tí eru vit føroyingar á ein hátt í ætt við upprunatjóðirnar fyri norðan.

Vit kunnu vísa hesum upprunatjóðunum fyri norðan, eisini tá vit eru á kunningarferðum um olju, at tað finnast hvítar tjóðir, sum hava sama lívsstíl sum upprunatjóðirnar. So eg síggi avgjørt eina slíka ferð í Alaska sum nakað nógv meira enn bert at fyrireika okkum til eina oljuvinnu. Tað hevur líka nógv at gera við, at vit finna og samstarva við okkara javnlíkum her á norðaru hálvu.


Javnlíkar

Undir vitjanini í Barrow legði Jóannes Dalsgaard sær væl í geyma orðini hjá einum av grindaformonnunum, sum vísti á, hvussu gott tað var at koma á fund í altjóða hvalaveiðunevndini og har hitta føroyingar. -Tí føroyingar vóru millum teir einastu, sum skiltu teir, tí vit eisini ótu hval. Teir vóru ikki vanir við at hitta hvítar menn, sum ótu tvøst og spik. Er tað nakað, sum knðtir fólk saman, so er tað matvanar og matmentan.

Jóannes Dalsgaard sær innbjóðingina at vitja Alaska sum nakað sera týdningarmikið og stórt og nakað, sum kann virka báðar vegir: at fólkini vit vitja eisini fáa nakað burtur úr, at vit sjálvi gerast varug við okkara egna identitet og okkara pláss í heimsmyndini - og sjálvandi endamálið við ferðini: at vit út frá royndum og vitan hjá øðrum kunnu fyrireika samfelagið uppá eina oljuvinnu.

?Tað, sum vit kunnu geva, er ein semja við upprunafólkini um og ein fatan av, at tað, sum tey halda fast við, eru tað eisini onnur enn tey, sum halda vera rætt at halda fast við, at varðveita sína upprunaligu mentan í einum ídnaðarsamfelag - at troyta havsins livandi tilfeingi á ein skilagóðan hátt, og at tað eru vit og ikki fólk í New York og London, sum skulu gera av, hvussu hetta livandi tilfeingið skal troytast. Tað er sera umráðandi, at hesi fólkini síggja og kenna, at tað eru onnur, ið hugsa sum tey.

IWC er ein vanlukka fyri fólkini í útjaðaranum. Fólkið í Barrow veiðir stórhval og hevur gjørt tað altíð ? í hvussu so er í minst 4000 ár. Tað er tí sera løgið, at tað skulu sita serfrøðingar, embætismenn og politikarar frá teimum stóru ídnaðarlondunum, sum illa nokk vita, hvar Barrow er, og gera av, hvussu nógv hesi fólkini skulu taka av tí hvali, sum svimur framvið strendur teirra og sum í túsundtals ár hevur verið sjálvt lívsgrundarlag teirra. Hetta er sama viðferð, sum Grønlands inuitt hevur fingið frá altjóða umhvørvisfeløgum. Nú tykjast nógv at hava gloymt, at herferðin hjá Greenpeace móti nósaveiðu týndi grønlenska bygdabúskapin, hóast Grønlands inuittar ongantíð hava veitt nósa.

Jóannes Dalsgaard: -Hatta er tað gamla. Tær stóru tjóðirnar, fólkini í sentrum - í miðuni, hava altíð tikið sær rætt til at ráða yvir lagnuni hjá okkum, sum búgva í periferiuni - í útjaðaranum. Vit hava einki annað val uttan at tala at og siga, at hesum vilja vit ikki finna okkum í. So leingi vit ikki gera tað, verða avgerðir tiknar tvørtur um okkum.

Jóannes Dalsgaard telist millum teir føroyingar, sum siga, at vit kunnu ikki loyva okkum at siga nei til eina alternativu vinnu sum olju, nú vit ikki kunnu veiða frítt - ikki uttan so, at vit hava tað sum principp ikki at brenna olju av umhvørvisorsøkum. Og hetta var eisini lærdómurin frá upprunatjóðunum í Alaska. Høvdu tey kunnað veitt frítt, so høvdu tey heldur ikki havt brúk fyri oljuni. Men tey kunnu ikki veiða frítt longur, tí kemur oljan væl við.

Eftir sera áhugaverdu ferðina í Alaska sigur Jóannes Dalsgaard, at vit føroyingar nú eiga at fyrireika okkummentanarliga til eina komandi oljuvinnu. Hetta merkir, at vit í tí mentanarpolitikki, sum nú

er við at verða orðaður, eiga at taka hædd fyri øllum teimum mentanarligu avbjóðingum, sum fyljga við eini oljuvinnu.