Atløga
Tað er neyvan nakar sum heldur, at tað altíð fer at vera so lætt hjá nýggju Nørrønu at stevna inn á Havnarvág og leggja til bryggju í tronganum beint sunnanfyri Bursatanga í Havn. Her er ógvuliga lítið spælirum, um alt ikki gongur eftir vild.
Tað var tí heldur ikki av tilvild, tá ið Smyril Line heitti á Tórshavnar kommunu um at finna eina aðra loysn enn hana, sum gjørdist veruleiki.
Sleppur Norrøna ikki til bryggju í Havn, hevur skipið onga alternativa havn, og tað kann gerast óheppið, tá ið illa vil til.
Einki formelt
Tá ið North Atlantic Fish Fair stevnan varð hildin í síðstu viku, lá Norrøna við bryggju í Saltangará sum hotel-skip. Hon sá út til at liggja bæði trygt og væl, og meðan stevnan var, vóru røddir frammi um, hví Runavíkar havn ikki verður nýtt sum alternativ havn hjá skipinum.
Rodmundur Nielsen, býráðsformaður, sigur, at býráðið hevur ikki tosað við Smyril Line um teir møguleikar, sum eru á havnalagnum í Saltangará.
- Málið hevur heldur ikki verið til formella viðgerð í býráðnum, men vit hava tosað saman mann og mann ímillum. Áhugi er avgjørt at taka nøkur stig, um málið verður aktuelt, men her verður í fyrsta lagi neyðugt hjá pørtunum at seta seg niður at tosa saman.
Rodmundur sigur, at einki skrivligt fyriliggur millum Runavíkar kommunu og Smyril Line og heldur ikki í Runavíkar býráði um málið.
- Tískil hava vit ikki sett nakað formelt ynski fram um, at vit vilja bjóða okkara havn fram til Norrønu, men vit eru avgjørt áhugaðir í at tosa um hetta, sigur hann.
Ein góð havn
Býráðsformaðurin vísir á, at nú summarið stundar til, kann ikki roknast við teimum stóru trupulleikunum í Havn.
- Men tá ið summarið er farið, stendur ein vetur fyri framman.
Rodmundur heldur ikki, at Norrøna fylti so ógvuliga nógv, sum roknast kundi við, tá ið hon lá við bryggju í Saltangará.
- Skálafjørðurin er víður, og her veðurgott á flestu ættum. Dýpið við havnalagið er eingin trupulleiki.
Hann sigur, at tað einasta, sum skal gerast, um Nørrøna skal kunna brúka havnalagið í Saltangará, er rapin, sum farmaskipini brúka í dag.
- Hesin nøktar tann tørv, sum brúk er fyri, men skal rampin eisini brúkast av Nørrønu, er neyðugt, at hann verður breiðkaður.
Rodmundur Nielsen sigur at enda, at skal Runavíkar kommuna fara undir eitt slíkt arbeiði, er neyðugt, at hetta er við í einari ítøkiligari ætlan sum grundarlagi.
- Vit hava flutt aktivitetin á havnalagnum til tess at gera økið arbeiðsligari, og vit arbeiða alla tíðina við framtíðarætlanum á havnalagnum, sigur býráðsformaðurin.