? Vit eru eingin banan- republikk

-Vit hava onga áhuga í at verða stemplaðir sum ein banarepublikk, og vit eru einki eldorado fyri ólógligar landingar sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum ber ótta fyri, at skrivingin, sum hevur tikið seg upp í donskum bløðum, kann skaða umdømi Føroya. Hvat viðvíkur skuldsetingunum hjá yvirmanni umborð á Triton um, at føroysk skip sleppa undan eftirliti, spyr løgmaður, um ikki danska sjóverjan hevur til uppgávu at røkja fiskiveiðieftirlit við Føroyar eisini?

Skuldsetingar í donskum bløðum um, at virki í Føroyum hvítvaska ólógligt veiddan fisk hjá donskum skipum og at danska sjóverjan ikki tekur føroysk skip , sum veiða ólógliga, hava sjokerað føroyskar myndugleikar, sum bera ótta fyri, at slíkt mál kann fáa óhepnar avleiðingar fyri umdømi Føroya.

Løgmaður vísir á, at sær vitandi er stríðið um og svik við kvotum, sum nú er tikið upp í Danmark, ikki nakað nýtt mál. Har eru jú fleiri dómar feldir bæði í Danmark og Noregi, og má hetta væl merkja, at teirra egnu veiðueftirlit ikki hava verið nóg væl við.

-Eg havi ongan varhuga av ella orsøk til at halda, at Fiskiveiðieftirlitið í Føroyum ikki virkar á nøktandi hátt. Mær vitandi er heldur eingin kæra komin til Føroya landsstýri um, at vit ikki uppfylla tær treytir, sum vit hava bundið okkum til.

Løgmaður vísir á, at skulu vit viðgera eina klagu um tað føroyska fiskiveiðieftirlitið, so skal tað vera gjøgnum tær vanligu kanalirnar og ikki gjøgnum donsku pressuna.

Uppá fyrispurning um tað ikki er vandi fyri, at trúvirði og umdømi hjá ikki bert føroysku fiskivinnunumyndugleikunum men hjá Føroyum sum tjóð stendur uppá spæl sigur løgmaður, at hesin vandin avgjørt er tilsteðar, og tí er tað eisini sera óheppið, at tað kemur fram á henda hátt.


Høgt støði

-Men hvat vil tú siga við útheimin, nú føroyskir myndugleikar vera gjørdir til lógloysingar?

-Vit hava eitt fiskiveiðieftirlit við Føroyar, sum eg haldi er á einum høgum støði og sum avgjørt røkir sínar uppgávur. Eru tað onnur lond, sum hava illgruna um, at teirra skip landa í Føroyum fyri at sleppa undan eftirlitinum í heimlandinum, so eru tey vælkomin hendavegin við sínum kærum. Eru tað viðurskifti, sum tey ynskja øðrvísi í tí verandi samarbeiðinum, so eru vit sjálvandi tilreiðar at viðgera tað.

Løgmaður leggur aftrat, at vit føroyingar eru so avgjørt ikki áhugaðir í at verða stemplaðir sum ein bananrepublikk sum so ella eitt eldorado fyri svørtum landingum.

Anfinn Kallsberg sigur seg ongar skuldsetingar hava sæð uttan gjøgnum donsku pressuni. -Er nakað í hesum, og er talan um eitt politimál, so vil eg fegin síggja tað sum eina sak fyri at fáa at vita, hvat hetta snýr seg um.

Nú ein yvirmaður umborð á danska sjóverjuskipinum Triton hevur úttalað seg til Jyllands Posten um, at føroysk skip sleppa undan at verða tikin, tá tey bróta lógina, spyr løgmaður um ikki danska sjóverjan hevur eina uppgávu at røkja føroyskt fiskiveiðueftirlit eisini og hann spyr somuleiðis um, danska sjóverjan hevur fingið nøkur kravboð frá føroyskum myndugleikum um, at hon skal lata vera við at hava eftirlit.

-Liggja tað kravboð frá føroyskari síðu um, at eitt stórt danskt inspektiónsskip við tyrlu og entá við einum Golfstreamflogfari, sum skal hava eftirlit á føroyska fiskiveiðiøkinum, ikki skal hava fiskiveiðueftirlit tá talan er um føroysk skip, so er okkurt heilt galið. Eg kenni ikki nøkur slík kravboð, og tí kann eg bert taka hetta sum eina roynd frá danskari pressu at blása eitt mál upp.

Er talan um manglandi samskipan, so vil løgmaður fegin taka málið upp.


Havsbrún

Alt hetta málið byrjaði annars við skuldsetingum í danskari pressu um, at Havsbrún í Fuglafirði hvítvaskaði ólógliga makrelveiðu hjá donskum nótaskipum. Skipini landaðu sambært tíðindunum sild og makrel, sjálvt um kvotan varð uppi. Fiskin broytti so navn á Havsbrún til onnur fiskasløg, sum ikki eru kvoterað. Eisini skulu Føroyar eftir tíðindunum í donskum bløðum vera eitt satt ?eldorado? fyri slíkum ólógligum virksemi.

Kaj P. Mortensen, fiskivinnustjóri segði við Dimmalætting í gjár, at hesar skuldsetingar eru fullkomiliga burturvið og staðfestir hann tað, sum løgmaður sigur við Sosialin í dag, nevniliga, at vit hava eitt gott og nøktandi eftirlit.

Í sambandi við skuldsetingarnar móti Havsbrún hevur løgreglan gjørt kanningar og er komin til, at fiskur landaður av útlendskum skipum hevur broytt navn. Kaj Mortensen sigur við Dimmalætting, at tað er sera óheppið, at slíkar kanningar vera gjørdar, uttan at føroyskir myndugleikar eru kunnaðir um tað.

Hann vísir annars uppá tað harðasta aftur, at fiskivinnumálstýrið skal hava blástemplað ólógligan fiskiskap undir Føroyum, eftir at skip eru tikin av donsku sjóverjuni.