Tveir av festivalgestunum, sum hava leitað sær til Gøtu í kvøld, eru vinmenninir Helgi Hvannastein og Jógvan Breckmann
"Tá eg hoyrdi, at Travis skuldi spæla á ársins festivali, var einki at ivast í: Eg skuldi fyri ein og hvønn prís á G. Eg havi lurtað nógv eftir teimum, so eg kenni teir rættiliga væl," sigur Jógvan, sum í ár er á G festivalinum fyri triðu ferð.
"Ja, man kann siga, at vit satt at siga eru her einamest fyri at hoyra Travis í annaðkvøld," tekur Helgi undir honum við.
Hóast lítið enn er liðið av ársins festivali, so eru Jógvan og Helgi væl nøgdir.
"Vit hava júst verið og lurtað eftir Guðrun og Bartal. Tað vóru ikki so nógv fólk, tí eg trúgvi, at tey flestu enn eru á teltplássinum", sigur Jógvan.
"Men konsertin var góð fyri tað. Hon minti ikki sørt um eina Eivør konsert," sigur Helgi, "so tað sigur ikki heilt lítið."