Átta av teimum stóru fakfeløgunum heita nú á allar flokkar á Løgtingi um, beinanvegin, at lækka ella avtaka øll almenn avgjøld á olju og oljuúrdráttum. Vit hava nú dag um dag sæð, hvussu prísurin á olju og bensini støðugt er hækkaður við einari ferð, sum vit neyvan áður hava sæð, siga tey.
– Hesin prísvøkstur rakar vanliga føroyingin sera meint. Men ein stórur partur av tí, vit gjalda fyri oljuna og bensinið, eru gjøld, sum Løgtingið hevur álagt. Tað merkir, at politiski myndugleikin hevur amboðið til at veita hart trongdu føroysku familjunum eina hjálpandi hond. Og tað kann gerast við at taka av, ella við at lækka almennu gjøldini á olju og oljuútdráttum – í hvussu so er fyribils.
Fakfeløgini siga, at tey vóna, at politikarar síggja ta sera álvarsligu støðuna, vanligi føroyingurin er komin í, og tí er tað umráðandi, at teir, beinanvegin, vísa vilja til at taka av, ella at lækka, almennu gjøldini, soleiðis at føroya fólk ikki skal gjalda hendan ovurprís fyri olju og oljuúrdráttir.
Tey átta fakfeløgini heita samstundis heita á Effo og á Magm um ikki at gera sær dælt av støðuni. Tey hava skilt, at oljufeløgini hava stórar goymslur av olju og bensini í Føroyum, og tí áttu oljufeløgini ikki at hækka prísin á olju og bensini, beinanvegin prísurin á altjóða marknaðinum hækkar. Tey sipa til, at oljan sum er á goymslu, er keypt og goldin, tá prísirinir vóru munandi lægri enn í dag.
Tey átta fakfeløgini, sum hava sent hesa áheitanina, eru:
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Føroya Handverkarafelag
Landsfelag Handverkaranna
Føroya Fiskimannafelag