Vit eru púra avklárað!
Tað siga hjúnini Rakul og Johan Dalsgaard.
Um vikuskiftið fluttu búfólkini í Fámará seinastu hálvtfjórða árini, Johan og Rakul Dalsgaard saman við Rúna Jacobsen endaliga úr Fámará.
Hóast tey sita eftir við eini løgnari kenslu og eru hørm um støðuna, kenna tey seg eisini avklárað, nú tey í fyrstu syftu flyta til Havnar og síðani til Danmarkar.
Tað er bæði grønt og pent í Føroyum, men eg tími ikki at vera her.
Á myndini eru tað tey trý, Rúni Jacobsenm vinstrumegin og Rakul og Johan Dalsgaard.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat tey hava at siga, nú dreymurin um Fámara endaði.