Vit eru skjót at taka tað nýggja til okkum

Nýggjur gjaldingar-háttur verður nógv brúktur nú

Føroyingar hava verið skjótir at taka nýggjan gjaldingar-hátt til sín. Tað vísir eitt yvirlit hjá Betri Banka.

Ein kanning hjá teimum vísir, at síðan peningastovnarnir fóru at bjóða føroyingum nýggju gjaldingarhættirnar,  Apple Pay og Google Pay í fjør, eru nógvir føroyingar farnir at brúka hesar gjaldingarhættirnar.

Í desembur í fjør áttu Apple Pay og Google Pay 10 prosent av øllum gjaldingunum, men í oktober í ár er hesin prosentparturin vaksin upp í 21 prosent av øllum gjaldingum.

##med2##

 

– Sum heild verða flestu gjaldingarnar framvegis framdar við vanligum gjaldsháttum, ella við gjaldskorti), men Apple Pay og Google Pay vinna nógv fram, og hetta bendir á, at nýtslan av teimum tænastunum kann vaksa enn meira komandi árini, sigur Betri Banki.