Vit eru til dystin fús

– Vit eru klár at bjóða nýggja flogfelagnum av, sigur hon

Vit eru klár at bjóða av. Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi. Í morgun vitstu vit at siga, at norska flogfelagið, Widerøe, fer undir Føroyaflúgving í heyst og fer at flúgva tvær ferðir um vikuna ímillum Føroyar og Bergen.

 

Les meiri her: norskt flogfelag fer at flúgva til Føroya

 

Jóhanna á Bergi sigur í tíðindunum á FM1, at tey eru til dystin fús og hon sigur, at tey eru júst farin undir flúgving upp á norska høvuðstaðin, Oslo. Hon sigur, at tey hava ráðført seg við vinnuna og fólk annars og tey halda, at Oslo er eitt gott ferðamál, tí haðani er gott samband víðari.

 

Annars hevur Atlantsflog flogið upp á Noregi, ikki minst hava tey hildið ferðasambandið nú korona hevur herjað, soleiðis at allir teir nógvu føroyingrnir, sum arbeiða í Noregi, bæði í frálandavinnuni, fiskivinnuni, og aðrastaðni - og norðmenninir, sum arbeiða her, eri slopnir aftur og fram.

 

Jóhanna á Bergi sigur, at prísin, sum Widerøe hevur boðað frá, er ikki ókendur fyri Atlantsflog, tí teir eru ikki ólíkir. Og hon leggur dent á, at Atlantsflog er kappingarført og tað fara tey eisini at verða í framtíðini. Men hon heldur, at Atlantsflog hevur ein fyrimun við tað, at flogmanningin tosar føroyskt, bjóðar ferðafólki vælkomnum á føroyskum.

 

Men hon heldur eisini, at tað er ein fyrimunur, at flogførini hjá Atlantsflogi eru størri, tí tað skuldi gjørt tey betri hjá ferðafólki at flogið við – og ikki minst hevur Atlantsflog ta nýggju navigatiónsútgerðina sum ber í sær, at tað eru sera sjáldsamt, at Atlantsflog ikki fær flogið fyri mjørka.