Fólkaflokkurin er átøkur Winston Churchill ? altíð tøkur, tá eitt hvørt er áfatt.
Eftir at hava sitið við leiðsluni í Klaksvíkar kommunu í 16 ár av seinastu 20 árunum og samráðingarnar um nýggjan býráðsmeiriluta hava ført til, at vit fingu eina aðra samanseting við Steinbjørn Jacobsen sum borgarstjóra, havi eg sjálvandi staðfest, at vit koma ikki at sita við leiðsluni komandi 4 árini. ? Eg fari at ynskja honum tillukku við starvinum.
Hendan setan sum ný byrjar, er 26. setan frá tí at Klaksvíkar Kommuna í 1908 gjørdist kommuna fyri seg saman við Árnafirði, Skálatoftum, Strond, Ánunum og Oyrum.
Steinbjørn Jacobsen verður 24. borgarstjóri í røðini.
Tað er at siga, at Klaksvíkin hevur verið bygd upp av sjáldsama góðum fólki innan vinnulívið, av mentafólki, samstundis sum her hava verið verkafeløg við ábyrgd. ? Samstarv saman við áræði og hugsjónum hevur verið lykilin til framgongdina, ið verið hevur síðani 1908.
Símun Hansen tekur til í einari av bókum sínum, at »seinnu árini hevur verið betri samstarv millum vinnulívið og kommununa«. ? Tað hevur uttan iva sína orsøk í, at krøvini bæði til kommunur og vinnulívið hava verið týðiliga økt seinastu árini.
Hesi 92 árini síðani kommunan gjørdist kommuna fyri seg, hava mangar upp- og niðurgangstíðir verið, men hvørja ferð hevur fólkið her tikið tess dyggiligari til, tá myrku skýggini hava hómast í havsbrúnni fyri seinni at leggja seg yvir okkara lítla og viðbrekna pláss.
Ábyrgd at bakka borgarstjóran upp
Lat meg her leggja herðslu á, at tá ein borgarstjóri er valdur, er tað okkara ábyrgd at bakka hann upp. ? Borgarstjórin er ? sum nevnt undir mongum viðurskiftum ? borgarstjóri fyri alt býráðið og ikki bert fyri meirilutan. Tað eigur hann at leggja sær í geyma frá fyrsta degi. ? Tí skal hann eisini hava uppbakking frá øllum býráðnum. Hetta kann tykjast eitt sindur mótsigandi, tá tað kanska ofta ikki er semja um hvussu ávís mál skulu loysast. Men hetta er partur av nátúrligari menning.
Orðið andstøða
skal burtur úr
býráðspolitikki
Eg fari tí so vítt sum eg sjálvur kann, at gera eina roynd í at avskaffa orðið »andstøða« í býráðspolitikki.
Vit kunnu tosa um at vera í andstøðu til nakað sum vit konsekvent eru ímóti eitt nú, tá Soltzinitsyn var í andstøðu til kommunismuna, ella tey mongu, ið vóru í andstøðu til nasismuna og fasismuna o.s.fr.
Í einum býráði sum í Klaksvík kunnu vit ikki kalla tað »andstøða«.
Vit, sum sita í minniluta eru ikki í andstøðu til meirilutan ella til Klaksvíkina, nei vit eru so sanniliga ein partur sum er við í uppbyggingini av Klaksvíkini og serliga Fólkaflokkurin og eg, sum vóru nógv størstur til hetta valið, og tí hava serliga ábyrgd fyri fólkinum í Klaksvíkar kommunu.
Tí fari eg at heita á allar býráðspolitikarar frá fyrsta fundi, at kalla tað meiri- og minniluti og ikki samgonga og serliga ikki andstøða
Vit eru ein skapandi minniluti ? kanska ikki altíð so sjónligur ? sum onkur hevur tikið til.
Hetta verður so, men vit fingu ein sosialistiskan meiriluta og ein borgarligan minniluta.
Serliga er hetta álagt okkum við teim mongu atkvøðunum Fólkaflokkurin fekk og altíð fær, og at eg einaferð enn kann fegnast um 5. ferð á rað at gerast toppskorari.
Lat tað eisini verða sagt, fyri tað ikki skal vera ósagt, at umframt at hesir sosialistisku flokkar hava ein býráðslim í meiriluta, hava hesir flokkar ein lítlan meiriluta í atkvøðum, nevniliga góðar 100 atkvøður í meiriluta. ? So her er sum so einki forgjørt í hesi samanseting.
Ikki altíð so
lætt at skilja
Bæði lands- og kommunupolitikkur kunnu verða eitt sindur torskildir. Tað kunnu vera mál, sum fólk uttanfyri politikkin kundu hugsa sær øðrvísi. Tað er tí ikki altíð so lætt hjá okkum at koma við einum logiskum og greiðum svari.
Tá eg læs bókina hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Schlüter »Sikken et liv« ? har hann m.a. eisini skrivar um og fegnast um ferðina, tá Klaksvíkar kommuna beyð honum til 95 ára haldið greiðir hann frá, at mitt í 1985 var stjórnin nakað slitin, so teir skiftu fleiri ráðharrar.
Tá ið teir komu út, var sjálvandi ein rúgva av tíðindafólki samlað. Eitt av tíðindafólkunum legði beinanvegin á Thor Petersen sum var heilt nýggjur og setti honum ein sera fløktan spurning, sum Thor Petersen svaraði líka fløkt aftur, og sum hann síðani spurdi tíðindamannin »var det et klart svar«. Tá svaraði Schlüter kvikur til »Det var ikke et klart svart, men et godt svar«. So torført er tað mangan at svara upp á ymist, og tað fer Steinbjørn Jacobsen eisini at merkja.
Býurin ikki
at kenna aftur
Broytingarnar hava verið stórar síðani eg kom inn í kommunustýrið ? sum tað tá æt ? í 1970, men eg havi ikki ætlað mær at komið inn á alt tað, ið fingist er av skafti hesi mongu árini, men sum fremmanda fólk siga so ofta: »býurin er ikki at kenna aftur«.
Hinvegin má eg siga, at tað er eitt sum ikki er broytt, vit hava eitt gott lið av embætis- og starvsfólki og av fólki í ymisku deildunum uttanfyri sjálvt býráðshúsið, og eg fari at takka teimum hjartaliga fyri at hava staðið við mína lið hesi mongu árini og eisini sagt til, tá tey hava havt aðra meining enn eg. Hjartaliga tøkk fyri tað. Eg fari at sakna tykkum.
Til seinasti fari eg at ynskja býi okkara alt tað besta í framtíðini við Harrans signing. Eg fari eisini ? sum eg nevndi á seinasta fundinum nú fráfarandi býráðið hevði ? at royna at læra og venja meg til at ynskja meirilutanum alt gott.
Og lat meg til heilt seinast leggja afturat, at stóra fyrimyndin hjá so mongum, Churchill, var altíð til reiðar í torførum tíðum, og soleiðis sum hann kom fram at aftur ferð eftir ferð og seinastu ferð, tá hann á næstan 70 ára aldri saman við USA bjargaði øllum heiminum undan undirgangi. Soleiðis eri eg ? um lív og heilsa er ? og Fólkaflokkurin til reiðar, at taka við ábyrgd aftur, tá borgarar okkara í Klaksvíkar Kommunu hava brúk fyri okkum.
Hesi mongu árini hava bæði verið spennandi og mennandi, men tey hava eisini slitið.