-Vit fáa hann!

George W. Bush, forseti, var í Afghanistan mikudagin, har hann nýtti høvi til at vitja nakrar av teimum 20.000 hermonnunum, sum USA hevur í landinum.

Aftan á vitjanina hjá hermonnunum hildu Bush og afghanski forsetin, Hamid Kaezai, felags tíðindafund, og har bleiv Bush spurdur, um og nær USA fer at taka yvirgangsleiðaran Osama bin Laden.

-Vit fáa hann. Spurningurin er ikki, um hann og hansara hjálparmenn verða tiknir, men heldur nær tað verður, svaraði Bush. Hann legði afturat, at bardagin ímóti al-Qaeda gongur tann rætta vegin, og at tað eisini fer at eydnast at finna og taka leiðararnar.

Seinastu tíðina er mótstøðan ímóti teimum amerikonsku hermonnunum í Afghanistan vaksin, og afghanskir myndugleikar siga, at tað eru viðhaldsmenn hjá gamla Taliban-stýrinum, sum skipa fyri. Afghanska stjórnin vil vera við, at fleiri sjálvmorðsbumbumenn eru komnir um markið úr Pakistan, og á tíðindafundinum lovaði Bush at taka málið upp við pakistanska forsetan, Perves Musharaf, tá teir báðir ætlandi hittast í morgin.