Vit fáa heit fitt av sólorku í Sumba - hóast tað er lítil sól

Higartil hevur sólorkuskipanin í Sumba klárað seg væl í illveðrinum, og úrtøkan er lutfalsliga góð,

Higartil hevur sólorkuskipanin í Sumba klárað seg væl, hóast tað hevur verið rættiliga ringt veður. Tað sigur Sev í eini stuttari frágreiðing í dag. Sev sigur, at sólorkuskipanin hevur eisini givið nógvan streym, tá ið hugsað verður um umstøðurnar.

Sólorkuskipanin í Sumba er fyrsta veruliga royndin í Føroyum at útvega størri nøgdir av sólorku. Sólorkuverkið varð knýtt í elskipanina í november. Talan er um eitt 246 kW stórt sólorkuverk, ið er sett upp á gamla fótbóltsvøllinum við Krossin í Sumba.

Enn er tað ov tíðliga at siga, hvussu nógv, sólorkan gevur, men í hvussu so er higartil hevur úrtøkan verið lutfalsliga góð, hóast skipanin var sett upp á myrkastu árstíð, sigur Sev. Og hon er sterk, tí sólorkuverkið hevur staðið í ringa illveðrinum

Sólorkuverkið verður mett at kunna geva 160 MWt av streymi um árið og tað svarar til elnýtsluna hjá umleið 32 vanligum húskjum.

Verður sólorka ein partur av elorkuni í Suðuroy saman við vatnorkunin og Vágsverkinum, sum er eitt oljuverk, kann hon spara Vágsverkinum umleið 35 tons av olju um árið. 

– Sólorkan er serstakliga áhugaverd í summarhálvuni, tá lutfalsliga nógvir sóltímar eru í Føroyum, samstundis sum tað ofta er lítið av vatni og vindi til vatnorkuverkini og vindmyllurnar, sigur Sev.