Bygdirnar Hvítanes, Kollafjørður og Kaldbak, sum allar eru í Tórshavnar Kommunu, ætla nú at taka samstarv upp um mál, sum hava týdning fyri bygdirnar og bygdafólkið.
Í hesum sambandi hava limirnir í staðbundnu nevndunum í hesum bygdunum, og trivnaðarbólkurin á Signabø, havt ein fund, og niðurstøðan hjá teimum er, at tey fáa ikki ta virðingina í kommununi, sum tey eiga eftir samanleggingarsáttmálanum.
Samstarvið við býráðið, og kommunalu fyrisitingina er ikki nøktandi í nógvum viðurskiftum, siga tey í eini fundarsamtykt. Tey siga eisini, at í nógvu førum verða tey ikki kunnað nógv væl um lokal viðurskifti-
Í fleiri førum tykjast bygdirnar at vera ein forfjónaður útjaðari í kommununi, siga tey. Tey vísa eisini á, at fleiri mál, sum hava við bygdirnar at gera, verða ikki løgd fyri staðbundnu nevndinar, soleiðis sum tær eiga.
Ítøkiliga átala tey, at býráðið ikki loysir málið um óljóð frá skipum við bryggju í Kollafirði, tí tað er til sera stóran ampa fyri fólk á Signabø og á Oyrareingjum. Og tað vilja tey hava býráðið at gera nakað við.
Tey átala eisini, at býráðið hevur lagt alt lendið oman fyri Hvítanes í oyði, uttan at bygdafólkið er spurt eftir. Tí vilja tey hava býráðið at seta tiltøk í verk fyri at tryggja, at ferðlan í sambandi við undirsjóvartunnilin er til so lítlan ampa fyri bygdarfólki sum gjørligt.
og at býráðið er farið undir eina náttúruoyðing á Sundi, har Føroya størsta vinnuøkið skal gerast, hóast kaldbaksfólk mótmæltu. Og tað arbeiðið skal steðgast, sigur bygdfólki.