Fótbóltur
Sosialurin, Keypmannahavn: Tað var sjálvsagt ein sera vónbrotin Todi Jónsson, sum Sosialurin hitti í Parkini mikukvøldið.
FCK hevði júst tapt 2-1 ímóti skotsku meistarunum Glasgow Rangers og harvið spælt sær av við møguleikan fyri at spæla Champions League fótbólt í ár.
- Sjálvandi eru vit allir sera vónbrotnir av hesum úrslitinum. Vit fáa ongantíð so stóran møguleika fyri at koma víðari í Champions League, segði Todi.
Tann fyrri dysturin á Ibrox leikvøllinum í Glasgow endaði 1-1, og tá skoraði Todi tað útjavnandi málið fyri FCK. Við einum máli á útivølli skuldi verið lag á manni at spæla seg víðari til bólkaspælið í Champions League. Nakað, sum FCK ongantíð hevur roynt í søgu felagsins, men sum avgjørt er eitt av aðalmálunum hjá bossinum Flemming Østergaard.
- Hatta var ein harður dystur, og eg fekk ongantíð nakrar rennibóltarnar, segði Todi um dystin. Todi hevði eina roynd uppá málið hjá týska málverjanum Stefan Klos, tá hann fyrst reiv seg leysan av verjuni, men ov lítið veiggj var í skotinum frá klaksvíkinginum.
Tamarhald
- Eg haldi, at vit høvdu uppiborið at koma víðari, tí vit stýrdu dystinum inntil tað fyrra málið hjá teimum, segði føroyingurin við 12-talinum á baki. Serliga iðrar Todi seg um tað fyrra málið hjá skotska liðnum.
Hetta verður ungverski málverjin Balázs Rabóczki, sum nú hevur fingið eyknevnið ?Radropski? í donskum fjølmiðlum, at taka á sín kappa. Málverjin megnaði ikki at halda einum frísparki frá Rangers, og bólturin datt út aftur í málteigin, har Urmas Rooba og ein Rangers leikari stríddust um bóltin, og endin var, at dómarin peikaði á brotssparksblettin.
Hetta var sostatt ein gyltur møguleiki hjá Toda og liðfeløgum hansara at sleppa til tað lovaða landið, har milliónirnar rulla í kassan hjá feløgunum. Mett verður at FCK hevði fingið umleið hálvthundrað milliónir krónur burturúr luttøku í bólkaspælinum, og leikararnir høvdu fingið 250.000 krónur í bonus í part.
Mugu koma víðari
Tað verður óivað torført hjá FCK leikarunum at leggja hetta tapið afturum bak, tí hetta var í ein gyltur møguleiki, sum teir fingu, í orðsins sanna týdningi.
- Vit mugu royna at vera professionellir og koma víðari, hóast tað er sera torført at svølgja hetta tapið, segði Todi Jónsson. Sunnudagin spælir FCK á heimavølli ímóti AGF, og tá væntar viðhaldsfólkið sær ein sigur.
Todi varð tikin út miðskeiðis í seinna hálvleiki, og tað var hann sjálvsagt eisini vónsvikin av.
- Sjálvandi eri eg eisini vónbrotin av at verða skiftur út, tí mann vil altíð spæla allar 90 minuttirnar. Tað er næstan blivin til eina tradisjón, at eg verði tikin út eftir 60 minuttir, segði Todi eftir dystin.
Nýggi áleyparin hjá FCK, brasiliumaðurin Álvaro Santos, varð settur inn fyri Toda, og hann skoraði eisini málið til 1-1. Nú eru fimm áleyparar í felagnum, men enn hevur Todi staðið frammalaga í útveljingini hjá venjaranum.
Spurdur um hann væntar, at hansara tíð á vøllinum verður meira avmarkað framyvir, svarar Todi, at FCK hevur ikki keypt ein áleypara fyri nærum tíggju milliónir fyri at sita á bonkinum. Tí kann væntast, at Todi aftur fer á beinkin at sita, tá Santos verður ordiliga klárur at spæla.
- Fyri einum ári síðani var eg í somu støðu sum nú. Tá hevði FCK eisini keypt ein áleypara, sum skuldi vera fantastiskur, og eg varð settur uttanfyri, sigur Todi um núverandi støðu sína í felagnum, sum aftur er hótt av einum nýggjum leikara.
Leikarin, sum Todi sipar til, er sviin Jørgen Petterson, sum ongantíð hevur sligið til sum áleypari, og nú er Todi frammanfyri hann í útveljingini í álopinum.
Tað glapp sostatt av hondum hjá FC København á hesum sinni, og møguliga fáa teir ongantíð ein so góðan møguleika fyri at møta teimum heilt stóru aftur.