Soleiðis skrivar føroyska veðurstovan í forsøgn, galdandi til leygarmorgun:
Norðan, lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og kavaæl. Hitin úr 2 kuldastigum uppí 2 hitastig.
Leygardagur - jólaaftan:
Veksandi vindur av landnyrðingi, lot til frískt lot, 3 til 8 m/s um morgunin upp í ein strúk í vindi til skrið 13 til 18 m/s á midnátt, allan dagin skýggjað og kavaælingar, um kvøldið kavar. Jólanátt sama veðrið, strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, skýggjað og kavi. Hitin úr 3 kuldastigum upp í 2 hitastig.
Sunnudagur – jóladagur:
Strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, av landnyrðingi, skýggjað og kavi. Út á fyrrapartin hækkar hann upp í norðan og minkar vindin niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, skýggjað og kavi. Seinnapartin útnyrðingur, frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og kavi. Um náttina norðan, strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft og kavi. Hitin jóladag millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Mánadagur – 2. jóladagur
Norðan, frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og kavi. Seinnapartin minkandi vindur; á midnátt er lítið lot av ymsum ættum. Skiftandi skýloft allan dagin, og kavaavfallið minkar eisini allan dagin; á midnátt er bert stakir kavaælingar. Hitin úr frostmarkinum upp í 3 stig.
Týsdagur:
Veksandi vindur av landsynningi, úr lítlum loti um morgunin, undir 5 m/s, upp í ein strúk í vindi til skrið, 13 til 18 m/s, á middegi. Allan fyrrapartin skýggjað og kavi. Seinnapartin gongur hann niður í sunnan og um kvøldið vestan, vindurin minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og regnæl. Hitin fer at liggja um frostmarkið um morgunin, men fer sum frálíður upp í 8 hitastig.
Mikudagur:
Lítið lot út ymsum ættum, undir 5 m/s, skiftandi skýloft og kavi. Seinnapartin norðan, frískur vindur upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og kavi. Hitin fer at liggja úr frostmarkinum upp í 4 hitastig.