- Eg kann ikki hugsa mær, at KrF fer í Tinganes, men vit hava onga áheitan fingið, og vit hava heldur ikki viðgjørt málið í flokkinum.
Tað sigur Niels Pauli Danielsen. Hann leggur aftrat, at hann heldur ikki dugir at síggja, at KrF hevur nakra grund til tað.
-Stýrisskipanarlógin leggur upp til, at vit kunnu hava minnilutastjórn, og tað haldi eg verða mest demokratiskt at royna. Fær Landsstýrið ikki meirluta fyri sínum málum, so noyðist Landsstýrið at góðtaka tað. Nú mugu teir vísa, at álvara liggur aftan fyri tann førda politikkin, sigur Niels Pauli Danielsen.
Umframt tað, so heldur formaðurin í KrF, at tað er rættari at hava eina skipan, sum tann í Noregi, har tingið og stjórn verða vald fyri fýra ár.
Landsstýrið og tingið
- Fær Landsstýrið ikki meirluta í tinginum, so má tað gera sum tingið áleggur teimum. Vil Landsstýrið ikki tað, so er bert at útskriva val, sigur Niels Pauli Danielsen.
Spurdur, um KrF ikki heldur tað vera lokkandi, um flokkurin fekk í boði landsstýrissess, fyri at fara í samgongu, sigur Niels Pauli Danielsen:
- Hví skulu vit tað?. Vit skulu hava val um hálvt ár.
Harnæst kann val ikki útskrivast nú, av tí at fíggjarlógin ikki er samtykt.
- Nú haldi eg at vit skulu fara politiskt til verka, og síggja til at fáa fíggjarlógina samtykta, so starvsfólk og pensionistar kunnu fáa løn 1. januar.
- Tá tað er gjørt, so mugu vit fáa politisku skipanina at virka.
Skattalætta men ikki inntøkutrygd
- Vit í KrF kunnu taka undir við skattalættanum til familjur, og har hjún arbeiða saman í eini fyritøku, ikki verða samskattað.
- Men vit taka ikki undir við uppskotinum um inntøkutrygd fyri fiskimenn. Annars vilja vit arbeiða seriøst í tininginum, og taka støðu frá máli til mál.
Spurdur, hvat hann heldur um framefrðina hjá løgmanni, táhann setti Sámal Petur i Grund frá starvinum, sigur Niels Pauli Danielsen, at tað altíð er harmilgt fyri landið, persónar og flokkar,tá slíkt hendir, men at hann annars ikki veit so nógv umtað, sum er farið fram í Tinganesi, til at hann kann gera aðra viðmerking til tað.