##med5##
Føroyska liðið hevur seinna partin í dag havt sína triðju venjing undan EM-landskappingardystinum móti Spania fríggjakvøldið. Fleiri broytingar verða á føroyska liðnum, tí Gunnar Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Jóan Símun Edmundsson og Jákup L. Thomsen eru ikki við.
Tað tykist rímiliga greitt, at Teitur M. Gestsson verður málverji. Hann hevur verið eykamálverji øll átta árini hjá Lars Olsen. Landsliðsvenjarin hevur eisini váttað, at málverjin hjá HB er eitt gott boð, men vil ikki endaliga staðfesta tað.
##med4##
Lars Olsen sigur til venjingina í dag, at tað mest sannlíkt verður við fýra í verjuni. Venjingin hevur givið ábendingar um, at teir fýra verða Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø og Viljormur Davidsen.
Á miðjuni eru onkur ivamál. René Shaki Joensen merkir til í einum vødda í búkinum, meðan Rógvi Baldvinsson hevur fingið eitt slag. Her sær út til, at Lars Olsen ætlar at spæla við Brandi Hendrikssyni og Heina Vatnsdal mitt á miðjuni, meðan Hallur Hansson verður framrættaður miðvallari.
##med2##
Á høgra vongi verður helst Sølvi Vatnhamar, meðan størsta ivamálið er hvør skal spæla á hinum vonginum. Lars Olsen sigur eitt sindur millum limjurnar, at René Shaki Joensen møguliga verður spardur til dystin móti Norra. Hann er eisini eitt gult kort frá at fáa leikbann.
Um tað ikki verður René Shaki Joensen, so eru boðini fleiri. Kaj Leo í Bartalsstovu, Meinhard E. Olsen, Árni Frederiksberg og Jóannes Bjartalíð. Her er Jóannes Bjartalíð minst sannlíkur, tí hann er úttikin sum áleypari. Venjingin í dag gav onga ábending um hvør verður á vinstra vongi, men Meinhard E. Olsen er nýggur á liðnum, meðan Lars Olsen higartil ikki hevur havt álit á Kaj Leo í Bartalsstovu.
##med3##
Í álopinum er Klæmint A. Olsen eitt gott boð. Patrik Johannesen er úttikin fyri Jákup L. Thomsen, meðan Jóannes Bjartalíð ikki er ein beinleiðis áleypari. Lars Olsen sigur í samrøðu við FM1, at hann ikki kann siga við vissu hvør byrjar, men at Klæmint A. Olsen er eitt gott boð at gita.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli. Sportboxin, har Fótbóltspanelið er seinna tíman, verður frá klokkan 15 til 17. Síðani verður sent beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 18.
Vit gita: (4-2-3-1)
Teitur M. Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Atli Gregersen, Viljormur Davidsen – Brandur Hendriksson, Heini Vatnsdal - Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen
##ms##