Vit gita: Hetta er nýggi málverjin hjá KÍ

Nógv bendir á, at KÍ hevur funnið avloysaran hjá Mathiasi Rosenørn

Mynd: (Brann.no) Markus Pettersen (t.v)

Í gjár skrivaði Mathias Rosenørn undir við íslendska Keflavík, tí er endaliga greitt at KÍ skal hava nýggjan málverja. KÍ og Mathias Rosenørn hava verið í samráðingum í tveimum førum um nýggjan sáttmála fyri komandi kappingarár, men tað bar ikki á mál. Sum skilst, so metti KÍ at málverji setti ov høg lønarkrøv. Nú skal Mathias Rosenørn spæla við Keflavík, sum endaði ovast í niðurflytingarbólkinum.

 

Í hansara stað er í fyrstu atløgu komin Rói M. Hentze, men tað hevur allaltíð verið greitt, at KÍ leitar eftir málverja afturat. Í fyrstu atløgu royndi KÍ at fáa 27 ára gamla Álex Craninx frá Molde, men sambært norskum miðlum skal hesin hava takkað nei. Nakað, sum bolt.fo eisini hevur siterað.

 

Síðani hevur bt.no sett KÍ samband við 23 ára gamla Markus Pettersen. In.fo hevur fingið upplýst, at partarnir skulu verða komnir ásamt um ein sáttmála. Markus Pettersen hevur sáttmála við Brann fyri 2023, so ein avtala skal eisini gerast við Brann.

 

- Talan er um 23 ára gamlan málverja, sum hevur sáttmála við Brann, sum er aftur í bestu deildini nú, til endan av 2023. Hann er 1,90 metur høgur og hevur spælt 12 dystir í bestu norsku deildini. Teir síðstu afturi í 2020. Síðani tá er hann skrásettur fyri nakrar dystir á eykaliðnum hjá Brann. Harafturat hevur hann umboðað Norra á flestu U-landsliðunum, skrivar bolt.fo um Markus Pettersen.

 

Mynd: (Brann.no) Markus Pettersen (t.v)