Landsliðið hevur havt tvær venjingar, eftir at liðið møtti týsdagin. Higartil hava verið tvær venjingar og onkrar ábendingar eru um havt Lars Olsen ætlar. Tað sær út til, at Lars Olsen æltar sær at spæla við fýra í verjuni móti Lettlandi, men umhugsar at broyta aftur til tríggjar í miðverjuni móti Ungarn.
Til venjingina í dag var ein løta, har verja og miðjan bleiv sett upp í fýra í verjuni og fýra á miðjuni, meðan teir fremstu menninirnir skutu upp á mál. Tá vóru Atli Gregersen og Sonni Ragnar Nattestad í miðverjuni, meðan Jónas Tór Næs og Viljormur Davidsen vóru á bakkunum.
Á miðjuni vóru Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson mitt fyri, meðan Gilli Rólantsson var á vinstru og Sølvi Vatnhamar á høgru. Óiva spælir Jóan Símun Edmundsson sum fremsti maður. Lars Olsen hevur eisini givið ábendingar um, at ætlar at brúka ein framrættaðan miðvallara, heldur enn ein áleypara viðsíðuna av toftamanninum. Her er Róaldur Jakobsen eitt gott boð í løtuni.
Vit gita: (4-4-1-1)
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Gilli Rólantsson – Róaldur Jakobsen – Jóan Símun Edmundsson