Landsliðið hevur í dag vant á Tórsvølli, undan Nations League dystunum móti Aserbadjan og Kosovo, sum verða hóskvøldið og sunnudagin. Landsliðsvenjingin gav ábendingar um fleiri grundleggjandi broytingar.
Til venjingina var millum annað Gilli Rólantsson á høgra bakki, meðan Jóan Símun Edmundsson var á høgra vongi. Tað hava vit ikki sæð frá byrjan á landsliðnum fyrr. Venjingin gav ikki ábendingar um áleyparan, men helst er Finnur Justinussen eitt gott boð, nú hann skorar nógv mál í 1. deild í Danmark.
Sonni Ragnar Nattestad hevur leikbann til fyrra dystin. Her bendir alt á, at tað verður Odmar Færø úr B36, sum verður avloysari. Hetta merkir so, at Gunnar Vatnhamar ikki byrjar. Við støði í venjingin á Tórsvølli í dag, so gita vit, at Lars Olsen fer at gera nakrar broytingar á liðnum. Eisini er vert at nevna, at Sølvi Vatnhamar ikki er við vegna skaða.
Vit gita: Føroyar (4-2-3-1)
Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson, Brandur Hendriksson, Kaj Leo í Bartalsstovu – Finnur Justinussen